Esilssparkið hjá Carl Johan

Hanus Kamban


Fyrr í vetur hevði Sjónvarp Føroya eina sending, har vit fingu portrett av tveimum monnum: einum røskum arbeiðsmanni og rithøvundinum Carl Johan Jensen. Aftaná helt ein tjóðveldismaður fyri við meg: Hasin Carl Johan er eitt frálíkt umboð fyri danskan yvirklassa í Havn, sum hann var fyrr - óreinur, arrogantur og fyltur av undirlutakenslu yvir av føringum.
Fyri nøkrum árum síðani troðkaði sami maður seg fram at valdinum í Rithøvundafelag Føroya. Hansara ætlan var at jagstra teir flestu limirnar úr felagnum, men tað lukkaðist ikki. Síðani hevur hann roynt við ósakligum og ókvalifiseraðum ummælum at teppa teir. Í summum førum hevur tað eydnast. Merkiliga lúnsk er framferðin. William Heinesen tordi hann tó ikki at røra – fyrr enn hann var deyður. Tá fekk hann esilssparkið.
Carl Johan er ikki vaksin upp við natúrligum kunnleika til føroyskt mál. Hann hevur lisið sær eitt eiti av málsligari vitan til. Av somu grund hatar hann allar føringar, sum hava fingið móðurmálið í vøggugávu. Hann eigur ongan natúrligan, føroyskan tjóðskap og er av somu orsøk – sum rótleys fólk vanliga eru – nationalistur og fundamentalistur.
Bókin BURTUR eftir Bergtóru Hanusardóttir er ein tann besta skaldsøgan, sum er komin á føroyskum tey seinastu árini. Eitt nú er hon skrivað av einum, sum fekk gott føroyskt mál sum tannfæ. Hetta toldi okkara uppgjørdismáprofetur ikki. Men hygg, hvussu lúnskt hann fer til verka. Bíðar við at geva henni sparkið, til so væl er liðið til jóla, at eingin skal kunna svara. Er tað ikki ússaligt? Er tað ikki makaleyst?
Eg fari at mæla øllum, sum vamlast við hesa grundarringu, lúnsku muruna at ogna sær skaldsøguna BURTUR. Esilssparkið er tá umskapt til reklamu og kann í hesum sniði ivaleyst muna.