ES nevndin leggur sak móti Ungarn um LGBT lóg

Nýggj mál á leingja listan við ósemjum millum ES nevndina og ungarsku stjórnina

 

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Johanna Geron/Reuters/Ritzau Scanpix)

ES nevndin hevur í dag gjørt av at leggja sak ímóti Ungarn.

Tað snýr seg um tvey ymisk viðurskifti, sum sambært ES nevndini skulu roynast í evsta rættarstovni felagsskapsins, ES dómstólinum.

Annað málið snýr seg um eina umstrídda lóg í Ungarn, sum bannar skúlum at undirvísa í evnum, sum verða mett at fremja samkyndleika og kynsskifti.

Lógvin verður lýst sum ein anti-LGBT lóg. LGBT er heiti fyri persónar, sum eitt nú broyta normarnar fyri kynd og ella seksualitet.

– ES nevvndin hevur í dag gjørt av at draga Ungarn fyri ES dómstólin vegna ungarskari lóg, sum fremur órætt ímóti persónu vegna teirra kynsliga samleika og kynssamleika, sum skrivað stendur.

Hitt málið ímóti Ungarn, sum skal fyri ES dómstólin, snýr seg um útvarpsstøðina Klubradio.

Klubradio, hvørs gestir javna finnast at ungarsku stjórnini, misti rættin til at senda útvarp fyri meira enn einum ári síðani.

Ein talsmaður fyri ungarsku stjórnina segði tá, at tað ikki vóru trupulleikar við frælsum miðlum í Ungarn, og at tað ikki var stjórnin, sum noyddi støðina at gevast at senda.

Í dag er støðin bara online.

– Vit brúka alt vit kunnu fyri at finnast at álopum á frælsar miðlar, sigur ES kommiserurin fyri virði og gjøgnumskygni, Vera Jourova.

Bæði sakarmálini hjá ES ímóti Ungarn eru við til at leingja listan við ósemjum millum stjórnina í Ungarn við Viktor Orbán á odda og virðisreglarnar hjá ES við fokus á mannarættindi og fólkaræðisligar ásetingar.

/ritzau/Reuters

 

 

Viktor Orbán, forsætisráðharri í Ungarn (Johanna Geron/Reuters/Ritzau Scanpix)