Uttanríkisnevndin hjá ES-tinginum skuldi hesa vikuna verið á vitjan í turkalandi, men nú er vitjanin útsett, eftir at turkiskir leiðarar hava funnist hvassliga at teimum fólkavaldu í ES.
Formaðurin í uttanríkisnevndini, Elmar Brok (myndin), harmast um hetta, men sigur samstundis, at Turkaland framvegis er ein týðandi samstarspartnari hjá ES.
Turkisku atfinningarnar eru aftursvar til, at ES-tingið hevur fordømt framferðina hjá turkiska politiinum í sambandi við mótmælistiltøkini, sum hava verið síðstu tvær vikurnar.
Fleiri túsund fólk hava fingið skaða av hørðu viðferðini frá politiinum, og ES-tingið heldur, at talan hevur verið um yvirdrivið brúk av makt og harðskapi ímóti mótmælisfólkunum.