ES nýggjan portal

Evropakommissjónin hevur júst lanserað ein nýggjan portal, har fólk kunnu síggja nýggjastu hagtølini um nøgdir, virði og prís á fiski og fiskavørum gjøgnum alla virðisketuna. Hetta skal eitt nú gera tað lættari at kunna seg um nýggjasta rákið á marknaðinum.

Talan er um eitt sokallað marknaðarobservatorium, nevnt EUMOFA (European Market Observatory for Fisheries and Aquaculture).

Vinnuhúsið veit at siga, at ætlanin er, at hetta skal vera eitt amboð hjá fiski- og alivinnuni í Evropa, og heimasíðan verður dagførd dagliga við upplýsingum um innflutning, útflutning og nýtslu.

- Endamálið er at økja um gjøgnumskygni á marknaðinum, skapa størri effektivitet, at gera tað lættari at greina marknaðin og at stuðla undir skilagóðar avgerðir hjá vinnufyritøkum og politikarum.

Vinnuhúsið sigur, at ES-kommiserurin, Maria Damanaki, lanseraði nýggja portalin á fiskivinnumessuni í Brússel í síðstu viku.

- Upplýsingarnar á heimasíðuni koma úr øllum ES-londunum, umframt Noregi og Íslandi, verður lagt aftrat.