ES-Kommissiónin er komin til ta niðurstøðu, at løgfrøðiligt grundarlag er ikki at revsa Ísland og Føroyar fyri at fiska ov nógvan makrel.
Tað er fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale, ið hevur fingið hesi tíðindi frá sínum vælvitandi keldum í ES-umhvørvinum.
-ES-kommissiónin hevur ásannað, at ES sjálvt er við til at yvirfiska, og tí ber ikki til at revsa onnur fyri at gera tað sama, sigur Sjúrður Skaale.
Fólkatingsmaðurin vísir á, at ES og Norra hava ásett sær sjálvum 90 prosent av av tí makreli, ið ICES metir vera ráðiligt at fiska í 2013.
Hoyr samrøðu við Sjúrð Skaale, sum var í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.










