ES hjálpir teimum ungu arbeiðsleysu

Tey 25 ES-londini, sum eru við í tí nýggja fíggjarpolitiska samstarvinum, hava samtykt ein vakstrarpakka, sum serliga skal brúkast til at koam tí stóra ungdómsarbeiðsloysinum til lívs.

Í pakkanum eru 82 milliardir evrur, sum svarar til góðar 600 milliardir krónur, og tær skulu í fyrsta umfari brúkast til at basa tí ovurstóra arbeiðsloysinum millum ungfólk í londum sum Spania, har næstan 50 prosent av teimum niðan fyri 25 ár eru arbeiðsleys.

Men sambært danska ES-tingliminum Emilie Turunen fer pakkin eisini at gagna ungum arbeiðsleysum í Danmark, tí nú fáa kommunurnar møguleikan at søkja um meiri pengar til eitt nú fleiri praktikkpláss, sum er ein stórur trupulleiki í Danmark. Harafturat ger vakstrarpakkin tað møguligt hjá ungum dønum at fáa tilboð um arbeiði, stutt eftir at tey eru liðug at útbúgva seg. Tey kunnu eisini fáa tilboð um at taka eina útbúgving afturat.