ES ætlar sær at strika tollin á rækjum úr triðjalondum. Tað kann koma grønlendsku rækjuvinnuni ikka við, tí so fáa tær grønlendsku rækjurnar kapping frá bíligari kanadiskar rækjum. Sum er leggur ES seks prosent í tolli á rækjur úr triðjalondum, men nú skal tollurin burtur fyri at fáa meiri rárækjur til virkingar í ES-londunum. Sambært grønlendska kringvarpinum eru danir kunnaðir um møguligar avleiðingar fyri Grønland, men sagt verður, at Danmark kortini fer at atkvøða fyri at lækka tollin.










