ES-grundlógin hongur í klønum tráði

Fraklendingar atkvøddu sunnudagin nei til ES-grundlógina, og eygleiðarar meta, at grundlógin nú hongur í einum klønum tráði.

Tað var greiður meirilut fyri einum fronskum nei til grundlógina. 54,87 prosent søgdu nei, meðan 45,13 prosent søgdu ja. Franski forsetin, Jacques Chirac, segði eftir, at úrslitið var almannakunngjørt, at tað var eitt afturstig fyri Frakland, men at úrslitið ikki fór at fáa fronsku stjórnina at umhugsa sín limaskap í ES.

Fleiri lond tykjast ivasom
Franska nei'ið er eitt afturstig fyri tilgongdina til ES-grundlógina, og tað ger ikki støðuna betur, at tað eisini sær út til at enda við einum nei'ið í fleiri øðrum londum.
Millum annað fara hollendingar í morgin at greiða atkvøðu, og har benda veljarakanningar á, at úrslitið fer at gerast eitt nei.
Danir skulu atkvøða um ES-grundlógina tann 27. septembur, og nógvir danskir politikarar harmast um franska úrslitið. Millum annað kallaði fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, sunnudagin fyri ein svartan dag í ES-søguni.
Onkur danskur flokkur hevur heitt á Anders Fogh Rasmussen, forsætismálaráðharra, um at avlýsa donsku fólkaatkvøðuna, men teir stóru flokkarnir standa saman um, at danir skulu á val 27. septembur. Báðir stjórnarflokkarnir, Venstre og Konservative, vilja hava fólkaatkvøðuna í heyst, og tað sama vilja eisini Sosialdemokratarnir og Radikale Venstre.