ES fyrireikar eisini tiltøk ímóti Íslandi

Tað er nógv sum bendir á, at Evropasamveldið eisini fer at seta handilsforðingar í verk ímóti Íslandi. Tað kom fram á einum fundi í fiskivinnunendini hjá ES mikudagin.

Maria Damanaki, fiskivinnukommisserur, sigur, at tað einki sum bendir á, at nýggja stjórnin í Íslandi og ES fara at finna eina loysn á trætuni um makrelkvotur.

Maria Damanaki, segði við fiskivinnunevndina, at ES kommisiónin fer at senda Íslandi eina fráboðan um tiltøk áðrenn 1. august.

Ísland hevur síðan ein mánað at svarað fráboðanini.

-ES kommisiónin hevur boðið Íslandi og Føroyum tvífalt so stóra makrelkvotu samanborið fyri trimum árum síðani, sum viðurkenning av at vit eisini máttu ógildað, hvat vit hava mátað orskað av klimabroytingum o.ø. Men hvat hendir. Tey(Føroyar og Ísland, red) áseta sær kortini sína egnu kvotu, sigur Maria Damanaki.