Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES hava í kvøld valt belgiska forsætisráðharran, Herman Van Rompuy, til tann fyrsta ES-forsetan.
Samstundis hava leiðararnir valt bretska ES-kommiserin Catherine Ashton til tann fyrsta ES-uttanríkisráðharran.
Eygleiðarar siga, at við hesum avgerðunum hevur ES fingið ein konservativan forseta og ein sosialdemokratiskan uttanríkisráðharra.
Harafturat merkir avgerðin, at annað starvið fór til ein mann og hitt til eina kvinnu.