Búskapur og arbeiðsmarknaður eru høvuðsevnini á toppfundinum hjá ES-londunum, sum byrjaði í gjár. Undan fundinum hava leiðararnir fingið eina frágreiðing frá ES-nevndini, sum sigur, at tey bæði seinastu árini eru seks milliónir arbeiðspláss komin afturat í Evropa.
Evropeiski løntakarafelagsskapurin ETUC heldur lítið um tað talið. Felagsskapurin vísir á, at talið á etimum, sum arbeiða parttíð, er vaksið sera nógv í Evropa, og at tey seinastu 10 árini er talið á teimum, sum hava parttíðarstarv, vaksið 10 milliónir. Men tølini vísa eisini, at 20 prosent av teimum, sum eru í parttíðarstarvi, eru tað, tí tey hava ongan møguleika at fáa fulltíðarstarv, sigur ETUC og leggur afturat, at ES er ikki nóg sosialt.
Felagsskapurin var á fundi við ES í gjár, og har varð víst á, at 31 milliónir løntakarar í ES-londunum hava eina løn, sum liggur beint oman fyri fátækramarkið, og at 17 milliónir hava eina inntøku, sum er niðan fyri fátækramarkið.
-Tað verður sagt, at tann evropeiska arbeiðsmegin skal laga seg eftir broyttum umstøðum fyri at møta altjóða avbjóðingum. Men royndirnar vísa, at skerd rættindi geva ikki fleiri møguleikar. Ístaðin fyri fáa vit fleiri ótrygg og vánalig arbeiði, og tað er skaðiligt fyri tey góðu arbeiðsplássini. sigur aðalskrivarin í ETUC, John Monks, við Reuters.
ETUC varð stovnað í 1973 og umboðar fakligar felagsskapir í 36 evropeiskum londum.