Bogi Eliasen
cand.scient.pol
????
Føroyar hava ongantíð verið limur í ES, og heldur ikki ber til at siga, at nøkur skipað rørsla hevur arbeitt fyri at fáa Føroyar inn í ES. Seinastu árini hevur spurningurin tó javnan verið havdur á lofti. Hetta er partvíst av at Føroyar hava munandi samhandil við Evropa, tí Danmark samansjóðar seg enn meira í ES samstarvið, tí ES veksur og at handilsavtalur okkara kanska ikki eru nøktandi, og at ES er okkara størsti marknaður.
Men málið hevur ongantíð fingið politiska raðfesting og er eisini eitt av teimun økjunum, sum kundu havt betri lagnu við einum uttanríkisráðharra. Málið er somuleiðis tengt at okkara ríkisrættarligu støðu, tí vit eru ikki Danmark, men heldur ikki óheftar Føroyar, og er tað kanska ein av orsøkunum til at málið ikki hevur verið so lætt at tikið upp. Tí eru fýra støður:
1. Føroyar uttan fyri ES sum partur av Danmark, støðan sum hon er í dag.
2. Føroyar uttanfyri ES sum fullveldi.
3. Føroyar innanfyri ES sum partur av Danmark.
4. Føroyar innanfyri ES sum fullveldi
Fiskivinnan fyri og ímóti
Innanfyri hesar fýra høvuðskarmarnar eru so leistar í at velja. Men fyrst til støðuna í Føroyum. Løgtingið avgjørdi, at Føroyar ikki skuldi inn í ES saman við Danmark. Møguligt var tá, at sáttmálin kundi fáa gildi fyri Føroyar. 1970?ini var eisini ein onnur tíð, altjóðagerðin var ikki komin og Kalda Kríggið býtti heimin sundur.
Í dag er tað enn óttin fyri at lata valdið á fiskivinnuni frá sær, sum oftast verður havdur á lofti, tá kjakast verður um ES. Hetta kemst av, at fiskivinnan er eitt økið, sum er undir ES ræði og tí skulu limalondini fylgja ES avgerðum innan økið. Tey, sum hava ávíst ágóðar av at Føroyar gerast limur í ES hava oftast víst á, at ES er størsti keyparin av føroyskum havúrdráttum. Fiska- og rækjuseljarar eru tí í størri mun jaligir í mun til ES, tí hetta gevur fríar ræsur inn á ES marknaðin.
Veiðiliðið hevur tó ikki verið líka fegið, tí óttast verður fyri at vit so smá detta burturímillum tá veiðirættindi, kvotur og alt annað í fiskivinnubygnaði skal avgerast, og verður ræði og stýringin á høvuðsvinnuni latið úr hondum. Vit hoyra javnan fiskivinnusamfeløg í ES londum kæra sína neyð. Her skal tó eisini leggjast aftrat, at ætlanin er at broyta nakað um skipanina, soleiðis at hon ikki verður eins miðsavnað, sum ídag.
Landsstýrið hevur valt at hava ein temadag um ES fríggjadagin 13.mai 2005, so má eins lyndið avgera um tað er lagnunnar speisemi. Men endamáli er at leggja støðið undir einum kjaki um Føroyar og ES royndirnar frá nøkrum alternativum, sum Føroyar hava.
Føroyskur limaskapur.
Óli Samró vísti í samrøðu her í Tinghelluni á, at bæði sambandsflokkurin og tjóðveldisflokkurin ynsktu í veruleikanum ES limaskap og tí eigur at bera til at finna semju á tí, sum flokkarnir eru ósamdir um, nevniliga hvussu Føroyar skal hava limaskap, altso sum partur av Danmark ella ikki.
Men tað hevur stóra ávirkan hvussu ein limaskapur skal vera, um hetta er ynski føroyinga. Sum partur av Danmark verður danski limaskapurin bert víðkað-ur til eisini at umfata Føroyar, og vit kunnu møguliga samráða okkum til at fáa ein av donsku limunum í ES tinginum. Hetta kan so antin skipast sum ein landslutur í Danmark ella eftir álensku skipanini við sjálvstýri. Áland hevur fingið nøkur undandtøk frá ES, men hevur eins og onnur limalond latið frá sær vald. ES boðaði eisini Álandi frá, at teirra umboðan í Brússel var ein spurningur millum Finland og Áland, og Finland hevur t.d. ikki vilja latið Álandi ein sess í ES tinginum.
Skal Føroyar gerast limur sum fullveldi, krevur tað loysing áðrenn limaskap. Í nýggju ES grundlógini er staðfest, at limalond skulu hava minst 6 limir í Europatinginum. Í sonevndu kommisiónini fáa limalondini ráðharra uppá skift. Afturat er so beinleiðis málsøkissamstarvið í Ráðharraráðnum og Evropeiska Ráðið har stjórnarleiðararnir hittast við jøvnum millumbili. Soleiðis verður beinleiðis føroyska umboðanin í ES sum fullveldi nógv sterkari. Hinvegin hava vit ikki danska kervið at stuðla okkum, men eru heldur ikki bundi at dansku støðuni, fyri at føra føroysk sjónarmið fram. Tað er jú eisini krevjandi at verða limur.
Uttan fyri ES
Føroyar skulu hava eitthvørt samstarv við ES, spurningurin er bert hvussu nógv. Løgmaður helt eina framúrskarandi røðu herfyri í Brúsell, har hann lat allar møguleikar upp, sum eiga at bera til nú um uttanríkispolitisku heimildirnar hava tað virðið, sum samgongan sigur.
Soleiðis kann hugsast um at hava sektor ella økissamstarv, skilt soleiðis at vit samráðast við ES um hava samstarv á nøkrum økjum, vit hava serligan áhuga í. Dømir um hetta, sum longur eru byrjaði, er loftferðsla og gransking. Men onnur økir eru eisini og ein møguleiki er at koma í EBS umvegis EFTA og soleiðis hava eina nógv lættari atgongd til nógvar marknaðir. Fleiri hava tó víst á, at tíðin er farin frá EFTA og at EFTA londini helst áðrenn stutt tíð er fráliðin gerast limir í ES. Tað er ikki óhugsandi, men tað er sera torført at spáa um menningina í ES, sum ofta hevur fingið óvantaða vend, t.d. segði Schlüter at ?Unionen er stendød?. Ynskini frá EFTA londunum verða tengd at hvat hendir í ES annars, um ES grundlógin verður sett í verk, hvussu felagsskapurin í veruleikanum megnar at virka, nú hann telur 25 lond, og hvat hendir um Turkaland skal við. Men líkamikið hvat EFTA londini velja, kann hetta verða eitt fyrsta stigið hjá okkum at verða nærri ES.
Tættari samstarv
Vit sleppa ikki undan einum tættari samstarvi við ES, og vit sleppa heldur ikki undan at ES grundlógin fær stóra politiska ávirkan á okkum undir verðandi ríkisrættarligur viðurskiftunum. Stóri spurninguringur er tí hvussu vit skulu samstarva við ES, og í hvussu stóran mun vit ynskja at samstarva við onnur, t.d. EFTA, Rusland og Suðuramerika.
Vónandi gav evnisdagurin sum var í fríggjadagin nøkur input til m.a. hvørjar møguleikar vit hava á hesum økinum og vónandi verður hetta fylgt upp við einum uppbyggjandi kjaki, sum vit higartil ikki hava sæð innan hetta evnið í Føroyum.
ES spurningurin er tengdur at, hvat vit ynskja úteftir og krevur tí eisini eina tjóðskaparliga semju. Men tað krevur eisini tað, at vit ikki bert tosað um fisk. ES er annað enn fiskur og er í dag í stóran mun ein politiskur felagsskapur, bygdur á nøkur felags virðir. Tí krevur tað eisini, at vit taka støðu til tey virðini sum ES umboðar, um vit kunnu taka undir við teimun. Tí tað er vist, at gerast vit limir í ES, broytir tað Føroyar grundleggjandið. Er ynski um limaskap, er hetta samstundis eitt ynski um eitt annað samfelag, har doyðurin ikki neyðturviliga skal leggjast á fiskivinnu. Fleiri stuðulsmøguleikar verða lætnir upp, og vinnur fáa aðrar fyritreytir, og har skal støða m.a. takast til um vit ynskja limaskapin fyri at fáa stuðulspengar, ella fyri at Føroyar skulu hava betri treytir fyri búskaparligum sjálvbjargni.
Ikki bert fiskur
Vit eiga tí í viðgerðini av framtíðar støðu okkara mótvegis ES, at vigað samanlagt fyri og ímóti. ES er ikki bert fiskur. Tað er givið, at tað hevur vansar við sær at liggja fjarskotin langt úti í Atlantshavi, sum eitt pinkulítið oyggjaland. Men fyrimunurin við avmarkaðu støddini er, at vit skjótt tillaga samfelagið nýggjum umstøðum. Hetta kann gerast ein trupuleiki í eini tungari ES skipan. Tí skulu vit eisini taka støðu til, um vit ynskja henda fleksibilitet og so brúka meiri orku uppá at fáa avtalur við ES á ávísum økjum, men ikki geva amboðið frá okkum at tillaga samfelagið til broytandi viður-skiftir, ella at vit velja at gera alt í einum ES karmi, sum gevur atgongd til alt kervið, men samstundis bindir okkum til allan bygnaðin við teim fyrimunum og vansum tað hevur við sær.