ES dómstólur krevur 115 milliardir frá Apple og Google

ES-dómstólurin hevur gjørt av, at Írland ólógliga hevur veitt statsligan stuðul til Apple.

Dómurin merkir, at Apple skal gjalda 13 milliardir evrur aftur til Írland.

ES dómstólurin hevur eisini avgjørt, at Google fær næstan 18 milliardir krónur í bót fyri at hava misnýtt sína ræðandi støðu.