TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av fótbóltspanelinum á Rás2, sum snúði seg um tann heimliga fótbóltin.
Leivur Frederiksen, ítróttarredaktørur hjá Kringvarpinum, og Tróndur Arge, ítróttarredaktørur hjá Miðlahúsinum mannaðu panelið í dag.
Nomið var íløguna føroysk feløg gera at fara uttanlands við effohópinum á venjingarlegu áðrenn kappingarbyrjan. Spurt var um hetta er skilagott? Og hvat hetta gevur liðunum ítróttarliga? Prátað var eisini við André Olsen hjá B68, sum skal á venjingarlegu í Íslandi í næstum.
Leivur og Tróndur numu eisini við uppstartin hjá effo-liðnum, og teir venjingardystirnar, sum hava verið higartil, og hvørji fingurpeik hesir dystir hava givið.