Í rættarfundinum í dag, har ákæruvaldið legði fram skuldsetingar móti teimum Sea Shepherd limunum, ið vórðu handtiknir í Bø, varð eisini greitt frá, hvussu tey bæði á landi, Rosie Kunneke, Suðurafrika, og Christophe Bondue, Belgia, vórðu handtikin.
Bæði eru ákærd fyri at hava brotið grindalógina, tá tey ikki aktaðu boðum frá løgregluni.
Tað var klokkan 17.05, at løgreglan handtók tey bæði, og var tað serliga Christophe Bondue, ið gjørdi nógv um seg.
Rosie Kunneke var fyrst at biða um atgongd til sandin, men fekk noktandi svar frá løgregluni. Umleið samstundis, aðrastaðni á sandinum, bað Bondue eisini um loyvi, men fekk hann eisini noktandi svar, og segði seg ikki kenna Sea Shepherd.
Seinni sær løgreglumaðurin, at Kunneke, Bondue og ein triðja kvinna, standa saman og hyggja út á sjógv.
Klokkan 17.04 byrja Kunnneke og Bondue at ganga málrættaði móti fjøldini.
Komin fram vendi Bondue sær, ið hevði eitt GoPro myndatól fest um bringuna, móti fjøldini og rópti
- Are you proud of yourself?
- Eru tit stolt av tykkum sjálvum?
Bondue varð tá biðin um at fara av økinum, men noktaði hann at fylgja boðunum frá løgregluni. Løgreglan royndi tá við makt, at fáa hann at fara av økinum, men tá tað heldur ikki eydnaðist, valdi løgreglan at handtaka Boundue.
Um sama mundi varð Kunneke handtikin, ið tá hevði sagt við Paul Watson, at hon ætlaði sær at blanda seg uppí grindadrápið.
Hald varð lagt á eitt GoPro myndatól, ið Bondue hevði fest um bringuna.
Ákæruvaldið bað um loyvi at kanna myndatólið fyri tilfar, og gav dómarin loyvi til tess.
Hvørgin av teimum ákærdu var til staðar í rættinum, men teirra verji upplýsti, at tey nokta seg sek.










