Tiltøkini ímóti koronu verða kanska herd

Í londunum rundan um okkum er støðan ring. Fyribils fara núverandi tilmæli ikki úr gildið hósdagin, sum ætlað – men tey kunnu eisini verða herd

Eftir ætlan skuldu núverandi tilmæli um koronu fara úr gildið nú hósdagin, tollaksmessudag. Men løgmaður sigur, at sum støðan er nú, verða tiltøkini ikki sett úr gildið. Tvørtur ímóti verða tey galdandi í eina góða viku afturat, fram til 2. januar. Men løgmaður boðar frá í dag, at talan kann eisini verða um at herða tiltøkini hesa næstu tíðina.

 

Løgmaður hevur havt fund við Landslæknan og formannin í farsóttarnevndini í morgun, og niðurstøðan var greið: Og hon er, at smittustøðan, serliga í Danmark, er ørkymlandi, og tað eru ábendingar um at hendan gongdin skjótt kann fara at síggjast í Føroyum, sigur løgmaður.

 

– Tíverri kunnu vit staðfesta, at smittustøðan í londunum rundan um okkum, ikki minst í Danmark, er sera ørkymlandi. Í hesum døgum fáa fleiri vit jólagestir heim til Føroya, bæði úr Danmark og aðrastaðni, og longu nú síggja vit at alt fleiri verða staðfest positiv tá ið tey koma til Føroya. Tí er avgerandi at vit øll eru sera varin um jólini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

 

Hann sigur, at hóast tilmælini nú verða longd í eina góða viku, fylgja tey væl við gongdini og verður tað neyðugt, koma tey við nýggjum tiltøkum ímillum jól og nýggjár. 

 

Tilmælini eru, at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast við koronapassi og 20 fólk kunnu savnast uttan koronapass. Skeinkistøð og matstovur eiga at lata aftur klokkan 23 og øll ferðandi skulu í heimauppihald til tey hava verið her í tveir dagar, og eru kannað um aftur og fingið negativt urslit. Vit skulu eisini vísa varsemi tá ið vit fara til handils.

 

Tilmælini, sum eru galdandi, eru hesi: 

 

##med2##