Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum, tekur viðmerkingarnar frá Løgtingsins Umboðsmanni til sín, men er kortini ósamdur við henni.
Flestu av viðmerkingunum hjá Løgtingsins Umboðsmanni hava við mannagongdir og skrásetingar at gera. Hann viðgongur, at onkrar mannagongdir mugu gerast betri, men á onkrum økjum er hann ósamdur við umboðsmanninum.
- Løgtingsins Umboðsmaður vísir á, at vit einans nýta forbókstavir ella fornøvn, tá vit undirskriva skjøl og protokollir. Hennara atlit er, at til skal bera at eftirkanna, hvør var til staðar. Okkara atlit er, at starvsfólkini skulu kenna seg trygg. Tá fólk verða fastspent kunnu tey koma við hóttanum móti bæði starvfólkum og familjum teirra. Tá kann tað vera óbehagiligt, at skula seta sítt fulla navn á eitt skjal, sum sjúklingurin kann fáa eitt avrit av, tá hann fer heim, sigur Tórmóður Stórá. Hann heldur, at møguleikin fyri at eftirkanna, hvør var til staðar, framvegis er varðveittur, tí forbókstavir ella fornøvn kunnu samanberast við vaktarlistarnar, fyri at kanna, hvør var til arbeiðis júst hendan dagin.
Hann er eisini ósamdur við løgtingsins umboðsmanni um, at heilivágsgoymslan ikki er nógv væl vard.
- Vit skráseta, hvussu nógvan heilivág, hvør einstakur sjúklingur fær, men hava annars ikki eftirlit við, hvussu nógv hvør lækni ella sjúkrarøktarfrøðingur tekur. Umboðsmaðurin vil hava okkum at telja heilivágsgoymsluna upp hvønn dag, men vit meta, at okkara eftirlit er gott nokk, sigur hann.
Vesini og baðirúmini fær Landssjúkrahúsið ikki gjørt stórvegis við, sigur Tórmóður Stórá.
- Hon fýlist á, at har eru ov fá vesi á deildunum, men sannleikin er, at í mun til fyri 20 árum síðani eru tað líka nógv vesi, men færri sjúklingar á hvørjari deild. Skuldu vit økt um talið á vesum, so mugu vit gera eina størri umlegging av allari kloakkskipanini hjá Landssjúkrahúsinum og tær milliónirnar metir leiðslan eru betri nýttar aðrastaðni, sigur Tórmóður Stórá.