Tað verður ógvuliga spennandi, hvørja støðu, føroyingar taka, fer ES at boykotta Russland. Tað halda teir báðir donsku viðmerkjararnir, Hans Engell og Lotte Mejlhede. Í eini sending á donsku sjónvarpsrásini, TV2 News, umrøddu tey, hvussu støðan fer at verða, ger ES av at boykotta Russland.
Í hesum sambandi helt Hans Engell, at tað verður ómetaliga áhugavert at síggja, hvørja støðu Føroyar taka, tí føroyingar flyta øgiliga stórar nøgdir av fiski til Russlands. Tað sigst enntá, at Putin startar dagin við at eta fimm føroyskar hummarar til morgunmat, og teir fær hann í kassum við russiskari áskrift, segði Hans Engell.
Hann vísir á, at tá ið ES boykottaðu Russland í 2014, settu føroyingar seg uttan fyri og fóru at útflyta stórar nøgdir av fiski til Russlands. Og Hans Engell spyr um vandi er fyri, at ES fer at boykotta Russland, men at Føroyar fara at liggja uttan fyri og fer halda fram at flyt til Russlands. Kanska kundi tað verið, at onkur sær ein møguleika í at seta eitt felag á stovn í Føroyum, sum vørur kunnu útflytast til Russlands ígjøgnum, helt hann fyri.
Ein annar viðmerkjari, Lotte Mejlhede, sigur, at spurningurin er sera áhugaverdur, tí hon minnir á, at á tíðindafundi hendan dagin, varð danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, ítøkiliga spurd um hetta og tá svaraði hon, at fyribils er eitt boykott galdandi fyri Danmark, men at vit kunnu koma í ta støðu, at eisini vit eisini verða umfatað av hesum.
– So hetta er eitt mál, sum tað er rættiliga áhugavert at fylgja við í, segði hon. Hon sigur, at vit kunnu koma í eina støðu, har kinkur fer at koma í ríkisfelagsskapin.
Men tað er eingin orsøk hjá teimum at stúra fyri Føroyum, tí tey hava nokk ikki fingið við, at størsta alivirki í Føroyum, Bakkafrost, hevur longu gjørt av at boykotta Russland. Samstundis hevur Bárður á Steg Nielsen, løgmaður, eisini boðað frá, at vit fara at fylgja teimum avgerðum, sum ES tekur.
Harafturat verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at geva landsstýrinum heimild at seta tiltøk í verk og eitt tað fyrsta, talan kann vera um, verður at notka russiskum skipum at bryggju í Føroyum.










