Eru nógv nærri við at fáa sítt hægsta ynskið uppfylt

Hetta er ikki tað allarbesta, men tað er kortini eitt stórt framstig

Í morgun er Strandferðslan komin nógv nærri at fáa sítt høgsta ynskið uppfylt, nevniliga ynskið um at fáa eitt skip afturat.

 

Tað hendi, tá ið ein stórur meiriluti í Løgtinginum samtykti at byggja eitt skip, sum skal kunna røkja allar ruturnar, uttan siglingina upp á Mykines, og sum kann brúkast til avloysaraskip kring landið. Samstundis hevur Løgtingið samtykt at játta 34 milliónir til endamálið.

 

Tað vóru 20 atkvøður fyri uppskotinum. Viðmerkjast skal kortini, at uppskotið skal samtykkjast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga samtykt.

 

Fleiri tinglimir eru av teirri áskoðan, at hetta er ikki tann besta loysnin. Ruth Vang løgtingskvinna fyri Framsókn, staðfesti, at hetta er eitt skip, sum er ætlað til tær innaru leiðirnar, men á summum útoyggjum kann hon bara leggja at í heilt góðum líkindum.

 

Kortini heldur hon, at hetta fer at loysa ein stóran trupulleikan. Og ein fyrimunur er, at reglusemið verður nógv størri, og sostatt verður ferjusambandið nógv meiri álítandi. 

 

 

Les eisini: Nýggja skipið kann ikki brúkast hjá okkum

 

 

Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, sigur, at skipið er ov stórt til útoyggjarnar og ov lítið til Nólsoy, og aðrar innaru leiðir, tí tað tekur bara tríggjar bilar. Tí heldur hann ikki, at hetta er eitt brúkiligt skip.