Skal øll Suðuroy leggjast saman í eina kommunu?
Tað var ein ítøkiligur spurningur, valevnini fingu á veljarafundi í Salt á Drelnesi í gjárkvøldið, har allir flokkar vóru umboðaðir av lokalum valevnum.
Einasta undantak var Framsókn, sum ongan suðuroying hevur á listanum. Samstundis hevur Framsókn ikki dult fyri, at tey halda, at Suðuroy skal leggjast saman í eina kommunu.
Og á veljarafundinum spurdi Oda Andreasen, sum umboðaði Framsókn, hini valevnini, hvat tey hildu um kommunusamanlegging í Suðuroy.
Men tað vóru fá valevni, sum høvdu eina greiða meining um tað. Tey allarflestu hildu nevniliga, at tað er ein spurningur, sum ikki skal avgerast úr erva, tí tað er ein spurningur, fólkið í Suðuroy skal taka støðu til. Og tað kann fólkið bara taka støðu til á eini fólkaatkvøðu.
Sirið Stenberg og Júst Johannesen, sum umboðaði Tjóðveldi, halda, at verður fólkaatkvøða um tað, og meiriluti er fyri samanlegging, er tað viljin hjá Suðuroyingum, og so verður tað so.
Tað sama halda Jóhan Eli Poulsen, sum er valevni fyri Fólkaflokkin, Erhard Joensen og Alvi Mortensen úr Samandsflokkinum Og Olgar Nielsen úr Sjálvstýri, umframt Henrik Old, Bjarni Hammer og Jens Arni Leo Hammerfoss úr Javnaðarflokkinum.
Tey halda øll, at skal Suðuroyggin leggjast saman í eina kommunu, kann tað bara henda eftir eina fólkaatkvøði, sum vísir, at meiriluti er fyri samanlegging.
Bjarni Hammer heldur, at tað skal ikki vera nakar heilt aðrastaðni frá, sum skal gera av, um Suðuroy skal leggjast saman í eina kommunu, tí tað skulu suðuroyingar avgera sjálvir.
Hinvegin halda Fritz Strøm og Jacob Vestergaard, úr Fólkaflokkinum, Kristin Michelsen úr Sjálvstýri, Rebekka Vestergaard úr Framtakinum og Kristina Roest úr Javnaðarflokkinum, at Suðuroy skal leggjast saman í eina kommunu.
Kristin Michelsen, sum eisini er borgarstjóri á Tvøroyri, legði afturat, at málið hevur verið til fólkaatkvøðu á Tvøroyri heilar fýra ferðir, og hvørja ferð hevur meiriluti verið fyri samanlegging.
Kristina Roest heldur, at tað er sjálvsagt, at Suðuroy verður løgd saman í eina kommunu. Hon sigur, at tað fer at gera tað munandi effektivari at reka Suðuroynna soleiðis at nógvur peningur verður spardur í umsitingarkostnaði.
Hon heldur eisini, at tað fer at leggja eldraøkið í eina tryggari legu.
– Og so fer tað at spara kommununum fyri einum evindaligum kjaki ímillum sín, legði hon afturat.











