Eru kreativ á Argjum

Seinastu tveir dagarnar hevur eitt sokallað íblástrarskeið verið á Verkstaðnum Vón á Argjum. Danskur lærari er komin til Føroya í samband við skeiðið.

 

Skeið


Vardu verkstøðini og verkhúsini kring landið eru kend fyri at hava ymisk sløg av framleiðslu í teirra dagliga arbeiði.

Maud Wang Heinesen hevur tí skipað fyri hesum skeiðnum fyri at fáa íblástur til okkurt nýtt innan arbeiðið hjá verkstøðunum og verkhúsunum, og er ein danskur lærari komin til Føroya júst til hetta høvið.

Fýra verkstøð eru stáplaði upp á beinini á Verkstaðnum Vón. Á einum verkstaði prýða tey glas, eskjur og ymsar lutir við serviettum. Eitt verkstað verður nýtt til smykkur. Har gera tey hálsprýði, hattanálir og annað. Øll prýðini eru nikkelfrí. Eitt serligt arbeiðslag, ið eitur "gizmo" verður nýtt tá prýðini verða gjørd. Hetta er ein spiralur, ið er gjørdur burturúr metaltráði.

Verkstaður nummar trý er har danski lærarin, Eva Tworek, hevur sítt serliga øki. Har gera tey gávukort uppá ymsar mátar. Eva Tworek hevur givið út bók í samband við gávukort. Til dømis læra tey at gera gávukort við rútum í. Í rútarnar kann leggjast turkaðar blómur, kryddaríir og annað.

Á fjórða og seinasta verkstaðnum verða sápur stoypar. Sápurnar eru bæði í litum og hava anga.

Verkstaðið Vón hevur ein nýggjan hátt at turka blómur. Við hjálp av mikroovni og serligari pressu kanst tú turka blómur uppá bert tveir minuttir. Blómurnar verða so nýttar til lyklaringar, borðskánarar og annað.

? Vit vóna, at hetta kemur at síggjast aftur í verkstøðunum kring landið, sigur Maud Wang Hansen, skeiðleiðari, og leiðari á Verkstaðnum Vón. ? Hetta er jú eitt íblástrarskeið fyri leiðarar á vardum verkstøðum og verkhúsum kring landið, og ætlanin er at fáa hetta sjónligt í teirra dagliga virksemi. Fólkini eru sjálv kreativ og tað er stuttligt at síggja, at so stórur áhugi er.

Skeiðið, sum endaði í gjár, hevði umleið 40 luttakarar, og ein lærara. Eisini var ein røsk kantinudama, sum skipaði fyri máltíðum til skeiðluttakarnar báðar dagarnar.