Eru ikki nóg fokuseraðir í teimum avgerandi støðunum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Rói Berg Hansen ergrar seg um tepra tapið ímóti Makedonia

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Róa Berg Hansen, aftaná 17-21 (8-8) tapið hjá føroyska U20 manslandsliðnum í hondbólti ímóti Makedonia í EM-undankappingini, sum er í Sveis í hesum døgum. 

 

- Vit eru ikki nóg fokuseraðir í teimum avgerandi støðunum, og kiksa alt ov nógvar opnar møguleikar, staðfestir Rói Berg Hansen, og ergrar seg um tepra tapið ímóti Makedonia. 

 

Neistamaðurin heldur tó, at hann og liðfelagarnir hava ment seg nógv tey seinastu trý árini. Í morgin fara teir at stríðast fyri einum góðum úrsliti ímóti Sveis.

 

Hilmar Jan Hansen sigur frá dystinum ímóti Sveis, sum byrjar klokkan 12. Sendingin byrjar klokkan 11.50.