Eru hjartaliga vælkomin til Sandoynna at arbeiða

Flakavirkini í Sandoy rópa neyðarróp eftir arbeiðsfólki. Tí skilir stjórin onki av, at arbeiðarafeløgini framvegis tvíhalda um, at vit hava ikki brúk fyri útlendskari arbeiðsmegi á flakavirkjunum. Hava tey nøkur arbeiðsfólk til taks, eru tey vælkomin at senda tey suður til Sands at arbeiða

Í ringasta føri kann trotið á arbeiðsmegi føra til, at vit vera noydd at lata flakavirkini aftur.
Í Sandoynni rópa tey neyðarróp eftir arbeiðsfólki til tey flakavirkini hjá Sandoy Seafood og í ringasta føri kann tað føra við sær, at virkini mugu lata aftur og so standa øll 100 fólkini við ongum arbeiði.
Andreas F. Hansen er stjóri á virkjunum og hann sigur, at trotið á arbeiðsmegi kostar teimum fleiri túsund krónur hvønn einasta dag í mistari inntøku.
Tí undrar tað hann stórliga, at arbeiðarafeløgini framhaldandi tvíhalda um, at tað er ikki so stórt trot á arbeiðsmegi á flakavirkjunum, sum vinnan sjálv hevur ført fram.
Hann sigur, at hava arbeiðarafeløgini nøkur arbeiðsfólk í ermuni, sum ikki eru komin í ljósmála enn, eru tey vælkomin at senda fólkini til Sandoynna at arbeiða.
Í Sosialinum hava vit nakrar ferðir lýst trupulleikan hjá føroysku flakavirkjunum at fáa arbeiðsfólk.
Vit hava víst á eina uppgerð, sum vísir, at trotið á arbeiðsmegi kostar flakavinnuni mist 300.000 krónur í mistari inntøku um dagin. Vit hava eisini víst á, at umboðini hjá arbeiðsgevarunum í nýstovnaða Arbeiðsmarknaðarráðnum siga, at trot er á 165 fólkum í føroysku flakavinnuni. Hesum eru umboðini hjá arbeiðarafeløgini ikki samd í. Tey halda, at fær flakafólkið betri umstøður, hevði tað eisini ligið betri fyri at fingið fólk 
 
Kostar 16.000 um dagin
Andreas F. Hansen sigur, at á Sandoy Seafood ger trotið á arbeiðsmegi, at tey fáa arbeitt eini seks- átta tons minni um dagin, enn tey høvdu kunnað gjørt við fullari manning.
Bara tað kostar virkinum 12.000-16.000 krónur í mistari inntøku, hvønn einasta dag.
Samstundis hava vit verið noydd at salta ein part av fiskinum, tí ongin er at skera fiskin. Men saltfiskurin gevur hall.
- Í farnu viku máttu vit senda 20 tons av fiski óvirkað av landinum, tí vit fingu ikki fólk at arbeiða fiskin.
Og tá tosa tey bara um at arbeiða eina vakt.
- At hugsa um at arbeiða í tveimum vaktum er heilt vónleyst, sum støðan er nú.
Hann sigur, at tí skjóta tey seg í fótin fleiri ferðir.
- Í fyrsta lagi fáa vit ikki arbeitt so nógvan fisk, sum vit áttu. Í øðrum lagi mugu vit salta ein part av fiskinum við halli. Og tí triðja lagi mugu vit senda óvirkaðan fisk av landinum ístaðin fyri at virka hann sjálvi.
Hann leggur dent á, at í seinasta enda kann hetta fáa heilt álvarsligar avleiðingar.
- Fáa vit áhaldandi ov lítið av fiski ígjøgnum virkið, so at virkið ikki gevur nóg stórt álop, kann tað í síðsta enda føra við sær, at alt virksemið steðgar og so standa øll hini 100 fólkini eisini við ongum arbeiði.
Hetta er eisini galdandi fyri øll hini virkini í landinum sigur Andreas F. Hansen, sum eisini er formaður í Ráfiskakeyparafelag Føroya.
Tí skilir hann heldur ikki óttan frá arbeiðarafeløgunum, sum stúra fyri, at koma útlendingar til Føroya at arbeiða á flakavirkjunum, skulu teir tryggjast fulla arbeiðsviku. Tað merkir, at minkar arbeiðið, fara teir at vera tiknir framum, so at føroyingar vera at sita eftir við Svartiperi, halda arbeiðarafeløgini.
- Har er hvørt eftir øðrum. Tað er soleiðis, at hava vit nokk av reinskerarum, er eisini brúk fyri øllum hinum. Men hava vit ongar reinskerarar, er heldur onki arbeiði til hini. Sostatt er tað næstan altíð so, at antin er arbeiði til øll, ella er ikki arbeiði til nakran.
 
Ongin hjálp frá ALS
Andreas F. Hansen sigur, at tey hava eini 32 reinskerarapláss í Sandoy Seafood.
Men mangan eru mangla einir 12-15 reinskerarar, umframt onnur fólk.
Annars heldur hann, at tey hava gjørt, tað tey kunnu fyri at fáa fólk.
- Vit hava havt fund við arbeiðarafeløgini í Sandoynni at vita um tey hava fólk til taks.
Men tað høvdu tey ikki.
- Samstundis hava vit lýst í bløðum og í Útvarpinum, men tað hevur ikki givið eitt tað einasta fólk.
- Einasta, vit fingu burturúr, var eitt fólk, sum var ein hálvan dag til arbeiðis, so sóu vit ongantíð fólkið aftur.
- Vit hava eisini leitað eftir fólki hjá ALS tríggjar, fýra ferðir síðani í oktober, men higartil hevur tað verið til  fánýtis. Nú hava vit so aftur fingið ein lista frá ALS. Av listanum hava vit biðið arbeiðsloysisskipanina fáa okkum fatur í fimm fólkum, sum vit halda, kunnu reinskera. Talan er um onkran í Sandoy, onkran í Havn og onkur er aðrastaðni í Streymoy.
Men Andreas F. Hansen sigur, at higartil hevur tað verið til fánýtis at royna eftir arbeiðsfólki hjá ALS, so tey eru heldur ikki serliga bjartskygd hesuferð.