Eru farnir aftur at leita eftir horvna manninum

Nú fara tey eisini at royna at finna bátin aftur og í tí sambandi verða ymsir møguleikar kannaðir, sigur stjórin í MRCC

 

 

Í morgun er leitingin eftir manninum, sum hvarv í Skopunarfirði hósnáttina, tikin upp aftur.

 

Edvard Bjarnason, stjóri í MRCC, sigur, at ein ávís leiting er í dag við tað, at Rescue Lív er farin at leita í morgun, men annars hevur MRCC biðið allar bátar, og øll skip um at hava eyguni við sær og at boða frá, síggja tey nakað, sum kann hava samband við hendingina.

 

Annars verður nú aftur farið at leita eftir bátinum við skannara. Í gjár vórðu tríggjar royndir gjørdar at trola eftir honum, men tað miseydnaðist og klokkan 22 góvust teir.

 

 

Les eisini: Eru nú givnir at leita eftir horvna manninum

 

 

Men teir vita, at teir høvdu fatur á bátinum og tískil hevur hann uttan iva flutt seg, og nú verður so roynt at finna hann aftur. Og verður hann afturfunnin, verða umstøðurnar, har hann liggur, kannaðar, og so verður støða tikin til, hvat skal gerast.

 

MRCC sigur, at ein møguleiki er at senda eitt fjarstýrt myndatól niður at taka myndir av bátinum. Ein annar møguleiki er at serútgjørdir froskmenn fara niður at leita, men tað er ikki vist, at tað ber til. Og ein triði møguleiki er, at ein roynd verður gjørd afturat at trola eftir honum fyri at fáa hann upp.

 

Annars sigur MRCC, at gummibáturin hjá bátinum er flotnaður, og hann varð funnin í morgun.