Eru fantastiska glaðir fyri undirtøkuna

- Tá tað er útselt í desember mánaði, so hevur man gjørt okkurt rætt, sigur Rúni Djuhuus, ein av fyrireikarunum av Voxbotn, sum er í dag.

- Tá tað er útselt í desember mánaði, so hevur man gjørt okkurt rætt, sigur Rúni Djuhuus, ein av fyrireikarunum av Voxbotn, sum er í dag.

 

Voxbotn er í dag, og skráin, sum er ein blanding av føroyskum og útlendskum nøvnum, hevur drigið túsundtals fólk til sín.

 

Men tað var áðrenn nøkur skrá var kunngjørd, at atgongumerkini vórðu útseld. Tí longu í desember var útselt til Voxbotn.

 

 

Les eisini skránna her

 

 

Tá var bert Nephew kunngjørt av bólkunum á festivalunum, og tað metir Rúni Djurhuus kann tulkast jaligt fyri bólkin.

 

- Teir eru Føroya vinir og hava verið her ofta. Og tá tað verður útselt við bara teimum á plakatini, so hevur man rakt plett, sigur Rúni Djurhuus.

 

Og tað er júst Nephew, sum Rúni gleðir seg mest til at hoyra. Hann vísir á, at bólkurin hevur í seinastuni gjørt eitt ordans come back og hava fingið stóra undirtøku í Danmark.

 

- Mítt ynski er, at øll taka tað góða lagið við oman á festivalin og so sjálvandi, at fólk hugsa um at fáa sær armband á skjótt, fyri at sleppa undan at standa ov leingi í kø, sigur Rúni Djurhuus.