Eru Føroyar yvirhøvur at meta sum eitt rættarsamfelag?

Christian Andreasen, advokatur

Í eini tvey ár arbeiddi eg saman við Jørn Astrup Hansen. Hann helt ikki serliga nógv av løgfrøðingum. Vildi vera við, at løgføðingar alt ov ofta kunnu sammetast við juke-boksir. Løgfrøðingar spæla tað lag, tú biður teir spæla, ikki minst um tú koyrir pengar í maskinuna.

Havi mangan hugsað, at sammetingin hjá Astrup ikki er so langt við síðuna av. Tað tykist sanniliga sum tú í dag kanst fáa løgfrøðingar til næstan hvat sum helst. Nýggja uppskotið til stjórnarskipanarlóg er eitt gott dømi um hetta.

Okkara verandi styrisskipanarlóg er eitt annað dømi um tað sama. Fjølmiðlarnir plaga at hava samrøður við ”teir sum vóru við til at smíða okkara stýrisskipan”, og ofta eru útsøgnirnar akkurát sum vindurin blæsir. Tað velst um, hvør spyr.

Verandi styrisskipanarlóg bleiv eisini skundað ígjøgnum. Tingið noyddist at víkja frá tíðarfreistini. Viðmerkingarnar til lógina – sum annars er avskrift frá donsku skipanini – telja einans góðar 30 síður.

Síðani fullveldisstríðið tók seg upp eftir kreppuárini tykist eisini, sum eitt nýtt slag av føroyskum løgfrøðingum eru komnir undan kavi. Teir tosa ið hvussu so er ikki sama løgfrøðisliga mál, sum eg lærdi fyrst í áttatiárunum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hertil kemur, at eg ikki eri serliga gamal.

Undir fullveldistilgongdini varð sett ein grundlógarnevnd, sum skuldi gera uppskot til eina føroyska grundlóg. Einki galið í hesum, tí sjálvandi skuldu Føroyar hava eina grundlóg tá Føroyar einaferð fingu fullveldið. Tá væntaði føroya fólk, at hetta skuldi henda innan eini 4 ár.

Men samráðingarnar um fullveldið kollsigldu. Tað bleiv ikki nøkur fullveldisavtala millum ”de høje kontraherende parter”. Fullveldissamráðingarnar kollsigldu, tí tær vóru heilt órealistiskar. Longri er tann søgan ikki.

Men málið stegðar ikki her. Tá fullveldið ikki lat seg gera, bleiv fokus sett á onnur viðurskifti. Hugtøk sum ”ómissandi sjálvsavgerðarrættur” og ”Føroyar eru ein tjóð” komu á breddan. Nýggjar løfrøðisligar hugsanir um okkara stjórnarrættarligu støðu vunnu fram. Eitt nytt ættarlið av løgfrøðingum sá dagsins ljós.

Logiska avleiðingin av, at fullveldissamráðingarnar ikki førdu á mál, átti at verið, at arbeiðið hjá grundlógarnevndini helt uppat. Men soleiðis var ikki.

Má siga, at eg veruliga gjørdist skakkur, tá eg fyri einum tveimum árum síðani fekk lítlan bókling inn gjøgnum dyrnar. Bóklingurin, sum hevði gotiska áskrift, innihelt eitt fullfíggjað uppskot til ”stjórnarskipanarlóg” fyri Føroyar.

Í hesum margháttliga uppskoti kundi eg lesa, at ”Føroyar eru land”, at ”menn drepa grind”, at ”festirættindi eru andstyggilig” og annað møsn, sum neyvan nakrantíð áður hevur sæð sín líka í lógartekstum á okkara breiddargradum.

Sum mangur annar løgfrøðingar ypti eg øksl og helt, at hettar var síðsti krampatreknigurin av fullveldistilgongdini. Bóklingurin við uppskotinum til stjórnarskipanarlóg er annars seinastu árini meira ella minni brúktur sum eitt humoristiskt íkast innan føroyska løgfrøðisheimin.

Eisini tá tað frættist, at tingið hevði sett eina serliga grein 25 nevnd, sum skuldi gera eitt uppskot til stjórnarskipan, hugsaði eg, at nevndin bleiv sett, tí eingin veruliga visti, hvat grundlógarsmíðið hjá grundlógarnevndini skuldi brúkast til. Tá fanin ikki visti hvat hann skuldi gera setti hann sum kunnugt eina nevnd.

Tá eg fyri nøkrum vikum síðani fyrstu ferð sá uppskotið til nýggja stjórnarskipan fekk eg júst somu kenslu, sum tá eg fyrstu ferð læs upprunauppskotið hjá landsstýrinum um sjálvsstyrisavtaluna millum ”de høje kontraherende parter”. Ikki minst tá eg læs inngangin ella formælið til lógina, sum liggur púra uttanfyri allan lóggávusið í okkara rættarskipan og teimum rættarskipanum, sum vit annars plaga at sammeta okkum við.

Álvaratos, nær ólukkan heldur hesin sjónleikur uppat?

Stjórnarskipanaruppskotið hevur sum kunnugt ongar viðmerkingar. Uppskotið telur 12 síður. Tað verður tí sanniliga eisini í framtíðini brúk fyri teimum ”sum vóru við til at smíða okkara stýrisskipanarlóg” at úttala seg um lógin verður samtykt. Verður uppskotið samtykt, fara sambandsmenn uttan iva at útleggja lógartekstin sum tað reina samband meðan loysingarfólk uttan iva fara at útrópa føroyar sum lýðveldið.

At uppskotið av hesi orsøk er beinleiðis í stríð við sjálva tingskipanina er kanska til at liva við. Men tá tað verður sagt í viðmerkingunum – sum næstan tað einasta - at nevndin hevur havt samband við løgfrøðingar, sum siga gott fyri uppskotinum, er hetta ikki longur nakað sum vit kunna liva við.

Hvørjir hesir løgfrøðingar eru, siga viðmerkingarnar einki um. Uppskotið er viðgjørt í loyndum og fyri afturlatnum hurðum. Uppskotið er ongastaðir sent til hoyringar, og mær er fortalt, at umsitingin í løgtinginum, sum hevur roynt at tala at, er ripað á dyr.

Seinastu árini hevur politiski streymurin alt fram løgfrøðingar, sum hava gjørt tað til sína missión at burturforklára/forbrongla veruligu stjórnarrættarligu viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Tað gongur eftir øllum at døma út uppá at burturforklára tann veruleika, at Føroyar hava eina grundlóg og at Føroyar eru og hava verið ein partur av danska kongaríkinum ígjøgnum øldir.

Løgfrøðisligu sjónarmiðini verða sett fram við ymiskum sitatum frá serfrøðingum innan statsrætt, men verða samstundis miksað saman við ymiskum sitatum úr fólkarættinum. Eg veit ikki, um taktikkurin gongur út uppá, at vit í staðin fyri at taka avgerð um fullveldið (fyrr kallaðist tað loysing) skula snara verandi skipan millum Føroyar og Danmark so nógv, at upprunaligi kontururin verður púra ókenniligur.

Hokus pokus. Vit noyðast slett ikki at hugsa um loysing, tí vit – sambært løgfrøðini – langt síðani eru kvittaði við Danmark. Vit hava ongantíð verið partur av Danmark.

Kanska fari eg í so langt, men tað finnast veruliga løgfrøðingar í Føroyum, sum tykjast at hugsa soleiðis. Ið hvussu so er hava hesir eina fatan av, at vit kunna gera hvat sum helst innan fyri verandi karmar í galdandi heimastýrisskipan. Vit kunna liva og látast akkurát sum vit vilja og vit kunna tí eisini saktans hava tvær grundlógir.

Onkrir av hesum løgfrøðingum tykjast tó meira varnir og eru av teirri áskoðan, at helst er danska grundlógin galdandi, men at hon ikki er galdandi fyri yvirtikin málsøkir, tí her hava Føroyar alt lóggávuvald.

Kanska er tað júst her, at nyggja stjórnarskipanarlógin skal koma inn. Kanska er hon ætlað til ”bert” at verða galdandi fyri yvirtikin málsøkir. Eingin veit. Tað hevði sanniliga verið áhugavert at sæð viðmerkingarnar til lógina.

Hetta minnur meg eitt sindur um tilgondina undir fullveldissamráðingunum, tá tað vísti seg, at vit ikki gjøgnum eina realistiska avtalu við Danmark kundu fáa fullveldi. Tá fóru fólk eisini at tosa um nýggj hugtøk. Eitt nú, ”at vit skula venda processina á høvdið” og ”at vit skula tøma heimastyrislógina”.

Tað er kanska hetta, sum er ætlanin við uppskotinum.Vit skula tøma donsku grundlógina. Tann føroyska grundlógin tekur yvir har tann danska sleppur. Sanniliga logikkur á høgum løgfrøðisligum støði.

Verandi uppskot til stjórarskipanarlóg er beinleiðis í stríð við grundlógina. Tað er tí alla átalu vert, at tingið yvirhøvur er farið at viðgerða uppskotið. Hægsta umsitingin í Løgtinginum hevur eisini mælt formansskapinum til at burturvísa uppskotið.

Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at formansskapurin fylgir slíkum tilmæli, men soleiðis er ikki. Í staðin verða løgfrøðingar tilkallaðir uttanífrá sum verjuadvokatar fyri uppskotinum.

Hesir løgfrøðingar halda, at uppskotið er í lagi, og at løgtingið saktans kann samtykka uppskotið sum ”eitt politiskt skjal” . Eisini halda teir tað vera í lagi, at løgtingið fær eina ”fulltrú frá føroyska fólkinum”.

Men hetta hongur slett ikki saman. Tað átti at verið løgfrøðisligur barnalærdómur, at politiskar programerkleringar ikki kunna samtykkast í lógarformi.

Hinvegin hevði tað verið løgfrøðisliga í lagi (sjálvt um slík mannagongd er fullkomuliga óneyðug), um løgtingið t.d. í einum uppskoti til samtyktar samtykti ”frælsisskjalið mikla”, útrópar ”Føroyar sum lýðveldi” og ”biður Føroya Fólk um fulltrú at seta hesa samtykt í verk.”

Men at fremja hetta við einum lógaruppskoti til stjórnarskipanarlóg er púra burturvið. Tað er nú einaferð soleiðis, at politiksar avgerðir skula takast fyrst, áðrenn løgfrøðin verður biðin um at smíða eina grundlóg. Í Føroyum tykjast politikarar at hava gloymt røttu raðfylgjuna sum er, politikkur fyrst og síðani løgfrøði.

Eisini skal verða mint á, at føroyar hava ”sjálvsavgerðarrætt” og at Føroyar er at meta sum ”ein tjóð” og at føroyingar eru ”eitt fólkaslag” og at vit annars hava øll fólkarættarligu eyðkennini sum krevjast til tess at blíva viðurkendir sum ein tjóð. Tað einasta sum krevst er, at føroyingar blíva samdir um hetta og vilja gjalda fyri hetta sjálvir. Restin kann avgreiðast við einum postkorti til Danmarkar.

Umframt at vera í stríð við grundlógina er uppskotið eisini í stríð við okkara heimastyrisskipan, tí uppskotið hevur við sær fleiri ásetingar innan málsøkir, har løgtingið slett ikki hevur lóggávuvald. Eitt nú inniheldur uppskotið konkretar ásetanir um okkara dómsvald, sjálvt um rættarskipanin enn ikki er yvirtikið málsøki.

Uppskotið er eisini í stríð við verandi styrisskipanarlóg.

Styrisskipanarlógin hevur ásetingar um, at tað skula tvær samtyktir til fyri at broyta hesa lóg. Havi hoyrt, at onkrir løgfrøðingar tykjast halda, at styrisskipanarlógin bert kann broytast av tveimum løgtingum, men at hon saktans kann verða avtikin av einum løgtingi.

Skal nakað sum helst skil vera í hesum sjónarmiði, má kravið samstundis vera, at tann lóg, sum kemur í staðin fyri styrisskipanarlógina, eisini verður samtykt av tveimum løgtingum.

Tað er fyri mær heilt ófatuligt, at slíkt uppskot sleppur gjøgnum nálareygað og yvirhøvur fær eina seriøsa viðgerð í løgtinginum. At vit eru komin so langt, fær meg at seta tann ein álvarsaman spurning: Eru Føroyar yvirhøvur eru at meta sum eitt rættarsamfelag?. Eg loyvi mær at ivast.

16.04.2010