Eru Føroyar á veg inn í eina nýggja feduala stýrisskipan?

Hvaðani komu boðini um at bróta lógina og senda lýsingar mitt í sendingum í Kringvarp Føroya?

Heilsurenningin er eitt sera gott tiltak. Serliga fyri familjur at vera saman um nakað gott. Minnist "enn" "ein túr" sum barn saman við foreldrunum

MEN... lat ongan iva vera um, at Hans Pauli Strøm "kann" brúka hesa renning, eins og hann hevur gjørt áður, til sína politisku profilering. Hann stillar smílandi og fróður upp til hvørja einastu - bíløgdu og ikki bíløgdu upptøku hjá Kringvarp Føroya at vísa, at hann er sunnur - og so øll eru glað, ha?

Ikki eg. Ikki tí. Hans Pauli er ein fittur maður og uttan iva ein hin besti landstýrismaðurin í heilsumálum vit hava havt. Onkur kvinna hevur gud hjálpi mær verið ein katastrofa eins og flestu menn í sama starvi.

MEN... Vit hava eina kringvarpslóg sum eisini umfatar lýsingar í Kringvarp Føroya.

Púra klokkureint: Ikki loyvt at lýsa mitt í sendingum - goymt ella opið - bert í blokkum millumsendingar.

Hesa treyt mugu vinnulív, privat fólk, feløg og øll onnur lúka.

MEN... ikki heilsurenningin við landstýrismaninum Hans Paula Strøm á odda.

Morgun aftan á morgun, dag eftir dag, lata kringvarpsfólk og onnur fræls ítróttarfólk seg brúka til egnan og annara fyrimun.

Hetta kundi man sagt var í fínasta lagi...

MEN... minist nakar Sovjet og kanska onkur, um ikki minnist, so hevur lisið ella hoyrt um Gõbbels?

Vit kunnu eisini bara kalla tað propaganda. Ikki serliga væl goymd ikki serliga væl umhugsað, men so týðulig sum trøll á alljósum degi.

Eitt er, at tað er ein góð søk, men er tað so í lagi at bróta lógina?

Er tað OK? NEI.

Hvat verður tað næsta "góða" átakið? Fáa fólk at leggja av at roykja, at drekka brennivín, roykja hassj, ganga meir í kirkju á møti, melda seg inn í felagskapir av ymiskum góðum slag.... byrjar tað at minna um okkurt?

Nær fer næsti landstýrismaðurin - vóni ikki kvinnurnar fara at vera líka dorskar sum mennirnir í politikki hava verið - at brúka "hentu idiotarnar" í "teirra" kringvarpi til at fremja teirra "góðu" søk.

PS: Eg fann forrestin upp á navnið "Kringvarp" í blaðnum VikuSkifti, sum Vikublaðið gav út summarið 2005, og sum Kringvarp Føroya so hegnisliga tók til sín. Tó uttan at siga okkum takk fyri lán.