Álvur Danielsen
-----
Næsti almenni fyrispurningurin til háttvirda landsstýrismannin, Kára P. Højgaard, sum umsitur Akstovuna.
Eygleiðarar undrast møguliga, onnur yppa kanska øksl? Nú var hann aftur har við hasum koyrikortinum.Men hví hevur hetta málið týdning?
Orsøkin er einføld: Ein maður svímar í heitu hølunum hjá Miklagarði í SMS í apríl 2010, aftan á ein strævnan og drúgvan arbeiðsdag. Hetta fekk ógvusligar avleiðingar fyri undirritaða. Avleiðingarnar kundu lættliga verið enn álvarsligari.
Søgan í stuttum
Hvat hendi so fyri tveimum árum síðani í Miklagarði? Eftir stutta vitjan á Landssjúkrahúsinum (LS), har eg var kannaður frá høvur til tá, har eg eisini varð heilaskannaður, EEG kannaður, blóðroyndir og landroyndir v.m. har í síðsta enda royndi yvirlæknin og neurologurin, Poul Joensen váttaði, at eg var spillfrískur og nýtti orð sum »dehydrering« = vætumangul um tilburðin. Sum so ikki nakað óvanligt, sum kann henda teimum flestu!
Men ólukkutíð fyri meg, so hevði ein tilvildarligur ungur hjálparlækni á LS tikið sær ov nógv vald, og hesin helt at tað var hansara skylda, at fráboða Akstovuna um tilburðin. So hesin sami hjálparlæknin hevði longu, meðan hann tók pulsin í móttøkuni á Skaðastovuni avgjørt at fráboða Akstovuni, at eg hevði fingið boð um ikki at føra bil áður enn eg hevði fingið nærri boð. Hetta gjørdi hjálparlæknin uttan at ráðføra seg við eitt nú tann roynda yvirlæknan/neurologin.
Tað kann beinanvegin staðfestast, at her er »avgreiðslan« viðvíkjandi líknandi tilburðum á LS ógvuliga tilvildarlig. Ketan fer longu av her, tá tað kemur til at javnstilla borgaran. So er tað sagt! Eg hevði kunnað givið navngivin dømi, men skal kortini ikki gera tað her.
Tað áhugaverda
Tó nú kemur tað áhugaverda: Akstovan, sum fekk »lítlafingur« frá hjálparlæknanum á LS tók allan armin! Eisini sjálvt um allar tær kanningar, sum vóru gjørdar fyrilógu í mínum máli. Eitt nú ein seinni læknaváttan frá kommunulæknanum (daterað 18. mai 2010), sum staðfesti, at eg var spillfrískur, og at talan hevði verið um eitt »eingangs tilfeldi«, har dehydrening var orsøkin.
Akstovan hevði her møguleikan at staðfesta fakta í málinum og at enda málið = maðurin er frískur = og hevur tí fullan koyrirætt.
Hetta er tað, sum fær meg at nýta orð sum »MAKTVREINGJAN«.
Bart út sagt, hetta er »VÆNTANDI EYÐMJÚKLEIKI« í arbeiðinum hjá stjóranum á Akstovuni. Hetta var/er neyvan gjørt ímóti t.d. einum í familjuni ella einum vini ella kenningi hjá stjóranum á Akstovuni. Og eg kann bara gita hví.
Nei! Nú var málið sent víðari til Landslæknan, sum tyktist bara at verða paragrafiskur? Tann føroyski landslæknin sendi málið til Heilsumynduleikarnar í Danmark (Sundhedsstyrelsen) at avgreiða. Skrivstovuavgerðin hjá danska »Sundhedsstyrelsen« var seinni: ein frátøka av koyrikortinum hjá mær!
HEIMILDARLOYSI
Men longu áðrenn danska »Sundhedsstyrelsen« kom upp í málið hevði tann føroyska Akstovan longu tikið mín koyrirætt, í óásetta tíð. Eitt var, at eg sambært læknaváttan var spillfrískur; men nú skuldi eg uppliva, at Akstovan at síggja til tók mítt koyrikort uttan at vísa til hvørja heimild teir høvdu. Hetta fekk meg at vitja Akstovuna, fyri at spyrja, um hetta ikki alt samalt var ein stór misskiljing? »Nei« vóru arrogantu boðini hjá Akstovuni. Sleptur uppá fjall fór eg til sakførara við einum fyrispurningi, um Akstovan ikki var farin út um mark? Sakførarin hjá mær staðfesti eftir gjøllari kanningar og grundgevingum, at her var Akstovan farin út um tað, sum lógir og kunngerðir áseta her á landi! Men Akstovan var kortini hvørki at høgga ella stinga í!
RÆTTARTRYGD
Seinni eru skjøl komin undan kavi í málinum, sum vísa, at tá ferðslulógin fyri fáum árum síðani var broytt, tá var eitt ávíst samskiftið millum Landslæknan – Akstovuna og Vinnumálaráðið, sum vísir, at tað var nóg mikið bara við donskum rundskrivum, ið settu danska »Sundhedsstyrelsen« sum evsta valdsharra, tá tað kom til heilsumál í Føroyum. At síggja til skal Akstovan, hóast tann føroyska ferðslulógin ikki nevnir »Sundhedsstyrelsen« við einum orði, kortini blint akta boðini, sum koma frá Sundhedsstyrelsen, umvegis tann føroyska landslæknan.
At Akstovan fyriskipar rættningslinjur viðvíkjandi dekkum og motorum v.m. við rundskrivum er sín sak, tí tað eru »deyð« ting í einari rættuligari umskiftiligari verð.
Men í hesum føri er talan um menniskju/samfelagsborgarar, og konkret førararættin til akfar, og harvið livibreyðið hjá einum samfelagsborgara. Tá burdu aðrir bollar komið í suppuna, heldur enn at lata einum myndugleika í einum øðrum landi ta avgerðandi orðið og valdið. Og so bara stinga høvdið í sandin. Hetta er als ikki gott nokk, Harra Landsstýrismaður, Kári P. Højgaaard!
Tá kundu vit eins væl avrættað fólk fyri eitt nú óviljað manndráp, tí nakrir embætismenn úti á Nesinum, og stjórar annars vórðu samdir um at fylgja lógum, kunngerðum og rundskrivum í eitt nú Texas??
Stjórin á Akstovuni kemur í frágreiðing sínari, uttan at hava nakað konkret svar uppá fyrispurning mín við undanførsluni, at undirritaði skrivaði undir ”móttøkurættin av førararættinum”, sum Vinnumálarráðið hevði útflýggjað. Jákup Jacobsen veit betur ! Men ein revur finnur altíð eina holu – hetta sigur nógv um manglandi eyðmjúkleika í Akstovunar fyrisiting, sum almennur stovnur, sum vit øll eiga. Her var so aftur ein møguleika hjá Akstovuni at sleppa málinum. Tó einki kom óvart á meg.
Leikluturin hjá Vinnukærunevndini
Nú kundi Vinnukærunevndin um valt at avgreitt málið »Pre Forma«, tvs. eftir hvat lóg og kunngerðir áseta; men tá hesar heimildir hvørki finnast í lóg ella kunngerð her á landi, tá valdi nevndin at hjálpa Akstovuni við at draga fram rundskriv til Akstovunnar hjálp – hetta var somuleiðis fyrstu ferð, at ein »haldgóð« grundgeving er tøk fyri frátøkuni av koyrikortinum sambært Vinnukærunevndini!
Vinnukærunevndin vendi soleiðis blinda eyga til maktvreingjingina á Akstovuni, ið her kundi verið steðgað einaferð med alla, men setti heldur »ferðslutrygdina« fram um rættartrygdina hjá borgaranum at viga tyngri í málinum.
Tað ger tað lætt hjá embætismonnum, politikkarum og stjórum framhaldandi at stinga høvdið í sandin og lata tingini flóta.
Borgarin kann so valla fyrihalda seg til avgerðir Akstovurnar framyvir.
Neyvan umsita danir, m.a. danskir læknar og tann danska Akstovan hetta málsøkið soleiðis, at borgarin, vigaður væl og virðiliga og funnin spillfrískur, kortini missur koyrirættin - ”just in case”- sum stjórin á Akstovuni, Jákup Jacobsen málber seg á føroyskum.
Tann nýggi fyrispurningurin
Tí havi eg enn ein fyrispurning til Landsstýrismannin, háttvirda Kára P. Højgaard:
Hvussu ofta hevur Akstovan valt áhaldandi, møguliga í samráð við øðrum myndugleikum t.d. Landslæknanum at staðfesta frátøku av koyrirættið hjá borgara vegna svímilsi ella dánilsi, hóast at læknakanningar seinni vístu at bilførarin/ borgarin var spillfrískur? Soleiðis t.d. sett fráboðan frá hjálparlækna fram um seinni fráboðanum frá einum royndum yvirlækna/neurologi?
Og er Kári P. Højgaard nøgdur við viðgerðina av málinum, sum eg havi víst á her?
Er tað soleiðis vit byggja land í Føroyum?









