Eru aftur farin at síggja bjartari upp á framtíðina

Álitið á framtíðina fekk eitt bakkast fyri einum góðum ári síðani, men nú sær frægari út aftur

Álitið hjá privatfólki og vinnulívið upp á framtíðina, er aftur farið batna. Hagstovan hevur gjørt treystitalið upp, har tey kanna hvørjar vónir húsarhalf og fýra vinnubólkar, hava til framtíðina.

 

Hagstovan sigur, at í longri tíð, áðrenn korona fór at herja, var treystitalið nøkunlunda støðugt, men fall síðan lutfalsliga nógv fyri einum ári síðan, eftir at farsóttin hevði gjørt um seg í nakrar mánaðir.

 

##med2##

 

Í januar í fjør var treystitalið 32, men síðani rapaði tað niður í minus 16 fyri einum ári síðan. Men nú síggja fólk bjartari upp á framtíðina aftur, og nú er tað hækkað upp aftur á 9 í januar í ár – og í nýggjastu kanningini er tað hækkað enn meir og ernú komið upp á 11. Sostatt er tað aftur farið at nærkast 17, sum er miðaltalið hesi seinastu nógvu árini.