Alt fleiri fólk noyðast til avvenjingar, tí tey gerast bundin av Facebook og øðrum sosialum netverkum á netinum. Viðgerðarstøðini fyri fólk, ið eru bundin av netinum, fáa alsamt meiri at gera. Serliga sosialu netverkini -sum Facebook- gera, at fólk missa tamarhaldið, og gerast bundin.
Tey kenna, at um tey ikki eru online og allatíðina og frætta hvat hendir á netinum, so eru tey ikki við. Tað er sama kensla ein ludomanur fær, tá hann ikki sleppur at spæla ella ein alkoholikari fær, tá hann ikki fær at drekka.
Netið er teirra dope, og tað eru fólk í øllum aldri og sosialum støðum, sum gerast bundin av netinum.
6 tekin um, at tú ert bundin.
1. Tú verður rastleysur, irriteraður og fært ikki savnað teg, tá tú ert offline.
2. Tú mást allatíðina økja tíðina, tú ert online, fyri at nøkta tørvin og hava tað gott.
3. Tú sleppir frítíðarítrivum og sosialum tiltøkum, fyri at vera á netinum.
4. Tú nýtir netið til at flýggja frá trupulleikum og døprum kenslum.
5. Tú lýgur fyri vinum og arbeiðsfeløgum um, hvussu langa tíð tú nýtir á netinum.
6. Títt arbeiðslív og sosiala lív er merkt av tíni internet nýtslu.
Avvenjing frá netinum tekur umleið 42 døgn, og tað fyrigongur við einum sonnevndum ?køldum turkara?, har tú als ikki sleppur online.
kelda: MetroXpress










