Frá 1. januar 2009 verður Erling í Liða fíggjarumsitari á Fiskirannsóknarstovuni. Erling tók bankaútbúgving í Sjóvinnubankanum í 1984 og er síðani útbúgvin Cand. Merc.
Hann hevur millum annað arbeitt sum fíggjarfulltrúi í Fíggjarmálaráðnum og sølu- og marknaðarleiðari á Føroya Shell.
Seinastu tíðina hevur Erling arbeitt á Lagerinn Island í Íslandi.