Erling Jacobsen fekk gjøgnumbrotið, tá hann brádliga varð tveittur fyri leyvurnar í landsdystinum móti Norðurírlandi. Erling røkti plássið sum vinstri bakkur.
Hann var millum mest eyðsýndu á føroyska liðnum.
Erling Jacobsen skifti til Víking í summarsteðginum, og hann loysti Atla Gregeren av sum miðverji.
– Eg hevði ikki spælt í miðverjuni áðrenn, so tað var ein avbjóðing. Tað hevur gingið hampiliga væl, men vit skuldu fingið meira burturúr í ár, sigur Erling Jacobsen.