Ein bygdabátur og fýra úr høvuðsstaðnum kappaðust, og tað var tann úr Fuglafirði, ið var drúgvastur.
Sílið og Jallurin vóru væl við í startinum, men tá ið málið var hálvrógvið, og bátarnir fóru framvið Kósabrúnni, vístu tøkini hjá Erlu Kongsdóttir at muna seg betur, enn tey gjørdu hjá avbjóðarunum.
Tá ið bátarnir fóru um málið, var tað ein bátslongd frá Erlu og aftur til Sílið, sum var meiri enn eina bátslongd undan Jallinum. Aftanfyri hesar tríggjar bátarnar vóru teir báðir hjá Argja Róðrarfelag.
1 Erla Kongsdóttir 05.18.25
2 Sílið 05.20.42
3 Jallurin 05.23.21
4 Teistin 05.32.08
5 Blikur 05.43.21










