Erla fingið sáttmála í Danmark

Erla Eliasen, sum í vetur hevur vart málið á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, fer komandi tvey árini at spæla við danska Team Sindal-Taars.

Erla var eitt skifti í starvsvenjing hjá danska liðnum, og tað var her, at venjararnir av álvara løgdu merki til góðu evnini hjá blaðunga málverjanum, sum eisini er partur av føroyska kvinnulandsliðnum.

Team Sindal-Taars spælir í donsku 2. deild.