Manchester City hevur fingið góða byrjan í ensku Premier League, og í gjár vann liðið ímóti Aston Villa á heimavølli. Thailendski eigarin av felagnum, Thaksin Shinawatra, er væl nøgdur við avrikið hjá liðnum, men hann vil gjarna hava enn betri úrslit, og nú skriva enskir fjølmiðlar, at venjarin hjá felagnum fer at fáa 1,6 milliard krónur afturat til at keypa nýggjar spælarar. Shinawatra vil hava, at Manchester City skal náa einum plássi í Champions League.