Enski landsliðsvenjarin Sven-Gøran Eriksson hevur stevnt enska vikublaðnum News of the World, eftir at blaðið hevur kunngjørt eina samrøðu millum Eriksson og ein av tíðindamonnum blaðsins, ið var ílatin sum ein arabiskur oljusjeikur
Blaðmaðurin billaði Eriksson inn, at hann var ein ríkur arabiskur oljusjeikur, sum hevði ætlanir um at keypa Aston Villa, og hann bjóðaði Eriksson starvið sum venjari í felagnum hjá sær, tá handilin einaferð varð endaligur.
Á fundinum teirra millum segði Eriksson eisini mangt og hvat um teir ensku landsliðsleikararnar, sum er fallið fleiri teirra fyri bróstið. Eitt nú segði Eriksson, at Michael Owen ikki var nøgdur við tilveruna í Newcastle, og at hann fegin vildi finna annað felag.
Øll samrøðan teirra millum er prentað í News of the World, og tað hevur givið Eriksson stórar trupulleikar, nú hann skal vísa aftur og greiða frá øllum teimum óhepnu úttalilsinum.
Advokaturin hjá Eriksson metir, at hetta er greitt brot á privatlívið hjá enska landsliðsvenjaranum, og at fleiri av úttalilsum hansara eru tikin út úr samanhanginum.