Í 2003 varð skrivað út ein deyðsváttan yvir rumenaran, Constantin Reliu. Einki lík var av honum, men kortini varð hann lýstur deyður. Men, tað vísir seg kortini, at myndugleikarnir vóru ov skjótir við “avtrekkjaranum”.
Og nú er kuril komin á hjá Constantin Reliu, tí maðurin framvegis er á lívi og hevur tað gott.
Kortini sýtir rætturin í Barlad í Rumenia fyri at staðfesta mannin livandi og ógilda deyðsváttanina, sum varð umbiðin av konu hansara, tá maður hennara í meira enn 11 ár hevði verið í Turkalandi og kom ikki heimaftur til Rumenia.
- Beint nú kann eg einki gera, tí eg eri skrásettur sum deyður, sjálvt um eg eri á lívi, sigur Constantin Reliu.
Fyri 26 árum síðan fór hann til Turkalands at finna sær arbeiði. Tað eydnaðist ikki í fyrstu syfti, men kortini kom hann ikki heimaftur. Familja hansara í Rumenia fekk einki at vita frá honum. Tá konan ikki hevði hoyrt frá manninum í fleiri ár, væntaði hon, at maðurin var deyður í jarðskjálvta í Turkalandi.
Hon heitti tí á myndugleikarnar um at staðfesta mannin deyðan, so hon fekk møguleikan at gifta seg uppaftur.
Men, nú er Constantin Reliu aftur í sínum heimlandi, eftir at hann ikki slapp at vera í Turkalandi longu, tí hansara skjøl gingu út. Ætlanin hjá honum var at endurnýggja passið í Rumenia og síðan fara aftur til Turkalands, men tað læt seg ikki gera, tí sambært rumensku myndugleikunum hevur hann verið deyður síðan 2003.
So, nú noyðist rumenin at bíða við at fara aftur til Turkalands, har hann annars hevði ætlanir um at byrja sína egnu fyritøku.
Constantin Reliu er endaður í einari løgfrøðisligari oyðimørk, tí umbønin um at ógilda deyðsfráboðanina er komin ov seint og er tískil ikki gingin á møti. Og tá umbønin fyrst er komin ov seint, er tað ikki longur nakað, sum Constantin Reliu kann gera, sigur talskvinnan hjá rættinum í Rumenia.
Tað er The Guardian, sum endurgevur hesi tíðindi úr lokala miðlinum, Adevarul.