Tað sigur turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sum hevur skift orð við russiska forsetan í dag.
Fyrr í summar tók Russland seg úr kornavtaluni millum Russland og Ukraina, sum Turkaland og ST hava viðvirkað til saman við stríðandi pørtunum.
Avtalan hevur verið, at farmaskip kunnu sigla við korni úr ávísum havnum í Ukraina og føra lastina út eftir Svartahavinum.
Í dag skifti turkiski forsetin orð við russiska forsetan, Valdimir Putin, og eftir telefonsamrøðuna var Recep Tayyip Erdogan varisliga positivur.
- Eg trúgvi, at ein loysn kann finnast. Men, treytin er, at vesturheimurin heldur síni lyfti, legði tyrkiski forsetin aftrat.
Í Kreml verður sagt, at Russland tók seg burturúr avtaluni, tí vesturheimurin forðar russiskum útflutningi av korni og kunsttøðum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.