Er tað karrátt at geva teimum, sum trongja?

Um dagarnar varð eitt lógaruppskot borið í Tingið um at hækka viðbøturnar til pensjónistarnar. Endamálið við lógaruppskotinum er at geva teimum pensjónistum, sum eru ringast fyri fíggjarliga nakrar krónur eyka at liva fyri um mánaðin. Hóast 350 kr ikki tykist at vera nógv, so ber hendan hækkingin av viðbótini fvð sær ein eyka kostna á 23 mió kr. á fíggjarlógini. Samstundis, sum vit sita við einari ovurstórari avbjóðing við at fáa figgjarkarmarnar at halda og at fáa skil á fíggjarliga haldføri, hevur man valt at seta eyka pengar av til okkara eldri. Men tíðindini vóru ikki meiri søgd í útvarpinum, áðrenn fyrstu neiligu útmeldingarnar vóru á síggja á almennu síðunum, at hetta bæði var grovt, karrátt og kyniskt og onkur helt, at nú var best at skjóta pensjónistarnar.

 

Eg má siga, at eg standi undrandi yvir hesar útmeldingar, enntá frá fyrrverandi politikarum, sum áttu at vita hvørjar avbjóðingar, vit standa yvir fyri í komandi tíðum. Politikarar, íð áttu at havt tað neyðuga innlitið í viðurskiftini.

 

Fólkapensjónin hevur drúgva forsøgu. Inntil ár 2000 varð mótroknað í allari pensjónini, eisini grundarupphæddini. Eftir ár 2000 varð grundarupphæddin fastlæst og gjørdist skattafrí, meðan viðbótin, sum vit kenna hana í dag, gjørdist skattskyldug og innført varð ein mótrokningarskipan. Ì dag verður viðbótin mótroknað við 60 % um inntøkan kemur yvir 61.400. Hendan viðbótin hevur eisini verið javnað, tó eitt sindur ymiskt, sum ráðini hava verið til tað. Umframt viðbótina er eisini viðbót til ávisar pensjónistar (brennistuðul), sum bleiv innførd til tess at hjálpa teimum, sum lítið og onki annað høvdu at liva fyri enn fólkapensjónina. Hetta uppbýtið av pensjónini er ikki broytt siðani ár 2000, og tí tykist tað undunarsamt, at Fólkaflokkurin skal fáa skotið í skógvarnar, at vit hava innført eina olmussupensjón.

 

Tað einasta ”karráða” vit hava ditta okkum at gjørt er at fylgja tingins vilja um at hækka viðbøturnar og harvið geva teimum, sum hava lítið frammanundan nakrar eyka krónur. Eitt kann eg tó vera samd við viðmerkjarunum í er, at vit skulu vanda okkum um orðini, tá vit umrøða okkara eldru. Tey eru ikki ein byrða fyri samfelagið, hetta er skeivur málburður, tí er tað nakar, sum hevur borið byrðar fyri hetta samfelagið, so er tað okkara eldri.

 

Annika Olsen

Landsstýriskvinna í almannamálum