Hesa margháttligu samanbering endurtók hann í tíðindunum á Rás2 í gjár.
Kaj Leo Johannesen er altso Føroya løgmaður. Hann er fyrrverandi vinnulívsmaður. Hann hevur havt ábyrgdina av einum virki við millióna umsetningi bæði sum eigari, sum stjóri og sum nevndarformaður.
Kann ein slíkur maður í rámasta álvara standa og siga, at tað er tað sama at vera ein av 9.000 partaeigarum í Eik Banka, sum tað er at hava evstu ábyrgd sum nevndarformaður í einum vinnuvirki?
Sum nevndarformaður hevur tú beinleiðis ábyrgd, og tú ábyrgist gjøgnum partafelagslógina. Sum smápartaeigari í til dømis Eik Banka hevur tú at siga als onga ávirkan – og tú ábyrgist ikki fyri nakrar dispositiónir hjá nevnd og stjórn.
Tað er hugvekjandi, at Føroya løgmaður ikki kennir partafelagslógina so frægt, at hann veit, at nevnd og stjórn í felag hava ábyrgd.
At nevndin skal tryggja ein forsvarligan rakstur í einum partafelag. Og at tað er nevndin, sum leggur rætningslinjur í einum partafelag, sum stjórnin skal fylgja, og at tað er nevndin sum hevur ábyrgdina av, at tøkur kapitalur er til taks í mun til rakstur felagsins.
Tað er ikki avgerandi, um Kaj Leo Johannesen var minnilutaeigari – ella yvirhøvur var eigari. Hann var nevndarformaður og hevði tí evstu ábyrgd.
Um tú sum nevndarlimur ikki vil vera við meira, so kanst tú altíð siga sessin frá tær upp á standandi fót. Tað gjørdi Kaj Leo Johannesen ikki. Tí hevur hann sjálvsagt sína ábyrgd av, at 1,5 milliónir krónur manglaðu í hjá Sp/F Sisero, harav TAKS misti 200.000 krónur.
Tað hevur avgjørt almennan áhuga at vita, hvussu skilið var í hinum fýra feløgunum hjá løgmanni.