Er tað ikki nógv at skula gjalda Russland skal raðfestast

Bogi Eliasen, cand.scient.pol



Sambandsflokkurin avgjørdi á floksfundinum, at viðurskiftini við ES skulu takast fram aftur. Alheimsgerð av partur av dagliga kjakinum. Føroyar eru partur av sonevndu evropeisku skipanini fyri samsavnan av uppruna, eins og arbeitt verður dúgliga um at gerast partur av EFTA og EBS, eins og møguleikarnir fyri at knýta seg uppí ymiskar samstarvskipanir í ES høpi. Jú Føroyar arbeiða meira altjóða, og okkurt framstigið er eisini at hóma í uttanríkisheimildum, hóast broytingin ikki er tann stóra.
Íslendingar
Í næstum kemur ein stór íslensk sendinevnd til Føroya. Hetta skal síggjast sum ein partur av sáttmálanum við Ísland, sum gera Ísland og Føroyar til eitt búskaparøki. Nógv kegl hevur verið um henda sáttmála. Talan hevur bæði verið um mótstøðu, hetta broytir jú status quo, men eisini hevur orrustan staðið um tað formliga, um kunningar og broytingar.
EFTA
Samanumtikið tykist tó sum um at nú er ljósið varpað á møgu­leikarnar, hetta sam­starvið letur upp. Tí eins og íslend­ingar sleppa inn til okkum, so sleppa vit eisini inn til teirra. Jaliga kann sigast at avtalan gevur okkum eina størri marknaðarvíðkan, enn hon gevur íslendingum. Eitt er hvat avtalan kann geva teim einstøku virkjunum og kanska eisini breiðari úrval til vanliga borgaran. Hitt er at henda avtalan setur í verk tær mekanismur og treytir, sum slíkir fríhandilssáttmálar krevja, og tí er hetta ein góð fyrireiking til t.d. at koma uppí EFTA samstarvið. Hvat málið er, eru flokkarnir ikki samdir um, men skjøtil er settur á tilgongdina. At íslendingar taka hesa avtalu í fullum álvara sæst eisini, tí forsætismálaráðharrin við fylgi kemur til Føroyar.
Íslenski búskapurin
Seinastu tíðina hava brotasjógvar annars skolað yvir íslenska búskapin. Ein sera hørð frágreið­ing frá Danske Bank vísir á, at íslenski búskapurin er í stórum vanda og alt ov heitur. Í norðurlenskum høpi er Danske Bank ikki hvør sum helst, og tí hava orðini eisni vakt ans. Íslendskar røddir hava áður verið frammi og víst á at ansast skal eftir, eins og roynt hevur verið at koyrt rættarmál ímóti nýggju fíggjargreivunum. Í Danmark verður lurtað væl eftir Danske Bank og ikki minst Peter Straarup, sum eisini ofta var frammi í sambandi við føroyska bankamálið. Okkara egni Sigurð Poulsen í Landsbankanum vísir á, at eingi vandi er fyri Føroyum, eins og at hann ikki er samdur við ræðumyndunum hjá Danske Bank. Sum verða man eru íslendingar í øðini. Hvat er og ikki, so hevur álit og trúgv ótrúligan týdning í fíggjarheiminum, og ikki minst tá talan er um virðisbrøv. So bara tað at ein frágreiðing kemur frá einum stovni, sum t.d. Danske bank, ger at íleggjarar óttast og tí ikki gera íløgurnar, og tað kann í sjálvum sær gera at búskapurin steðgar.
Álit neyðugt
Fyri okkum, sum eru við at enduruppbyggja og fulbyggja føroyska fíggjarkervið, skal hetta dømið tæna sum ávaring um hvussu umráðandi álit er. Álit er bæði álit á fíggjarligu skipanina í sær sjálvum, men eisini á eina støðuga politiska skipan, so til ber at vita hvønn veg leiðin gongur, m.a. við breiðum politiskum langtíðarsemjum, sum eisini røkka inn á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at vit sleppa undan teim nógvu arbeiðsteðgunum, sum síggja út til at hava vunni hevd sum arbeiðsmarknaðarmentan.
Okkara uttanríkishandil
Um vit hyggja eftir okkara uttanríkishandli sæst, at ES lond standa fyri meginpartinum av okkara samhandli, tó so at Kina og Japan eru komim upp í part. Hetta vísir at vit hava stór áhugamál í ES, men eisini at vit kanska eiga at umhugsað at breiðka handilsmynstrið. Ein upplagdur møguleiki, sum tó ikki bert liggur í okkara hondum, er handilsavtala við Russland. Føroyar hava í fleiri ár havt eina so at siga lidna avtalu við Russland, men av ymsum orsøkum er avtalan ikki komn heilt uppá pláss enn. Føroyar gingu undan við fiskivinnuavtalum við Russar, og nú kunnu vit eisini ganga undan við handilsavtalum. Nýggja heimskortið nú Kalda Kríggið er liðugt, er við at mynda seg. Russland er við at vaknað, og ætlar sær at verða ein sterkur leikari, bæði regional og alheims. Vit sígga hvussu stóra ávirkan russiskur orkupolitikur hevur á grannalondini, og hvussu Russland roynir at seta seg í valdsstólin í spælinum um orkuna, sum í dag er eitt av stríðunum handan tjøldini millum størri londini. Hjá okkum ræður tí um at raðfesta at fáa Rusland undir land beinanvegin og tað skal kunna bera til, tí alheimsgerð er eisini at duga at hava fleiri bóltar í luftini samstundis, og at duga at skilja hvat framtíðin krevur og bjóðar av møguleikum. ES marknaðurin er har, í Asiu eru dyrnar á glopp, men vit mangla Russland og USA, sum stórlond, sum heldur ikki liggja so langt burturi frá okkum. Okkara heimamarknaður er sera lítil, og hava vit tí nógv at vinna við at gera fríhandils­avtalur, og tað eigur eisini at verða okkara profilur og vøru­merki, eisini til at skap álit.
Alheimsgerð er at hava fleiri bóltar í luftini í samstundis og at duga at skilja hvat framtíðin krevur.