Er tað forsvarligt, at Arbeiðseftirlitið verður skert við fleiri ársverkum?

Arbeiðseftirlitið hevur eftirlit við trygdini á øllum almennum stovnum, harundir á øllum barnagørðum, spæliplássum, sambýlum, verkstøðum og stovnum, har limirnir í Føroya Pedagogfelag arbeiða.

Trygdin er tað týdningarmesta á einum arbeiðsplássi. Trygdarskeið verða gjørd til tess, at leiðslur og trygdarumboð vita, hvat teirra ábyrgd er, tá talan er um trygdarviðurskiftini á arbeiðsplássinum. Eitt er tað fysiska arbeiðsumhvørvið, eitt annað er tað sálarliga arbeiðsumhvørvið. Tað er ábyrgdin hjá trygdarumboðum at virka fyri, at tað er trygt og gott at vera á einum arbeiðsplássi. Fyri at kunna røkja uppgávurnar sum trygdarumboð til fulnar er neyðugt við tøttum samskifti við myndugleikarnar, t.e. Arbeiðseftirlitið.
Sálarliga arbeiðsumhvørvið er avgerandi fyri, hvussu fólk trívast á einum arbeiðsplássi, og tað er ein stór ábyrgd at hava at tryggja, at hesi viðurskifti eru góð. Serliga er tað trupult í løtuni, har nógv starvsfólk eru sett niður í tíð, fólk eru uppsøgd, og eingir pengar eru til avloysarar, tá starvsfólk eru sjúk ella burtur frá arbeiði. Tað merkir, at færri fólk skulu náa tað, sum fleiri áttu at gjørt, og tað sigur seg sjálvt, at hetta gongur út yvir trygdina. Arbeiðstrýstið er stórt og tænastustøðið høgt, og trygdin eigur eisini at fylgja við.
Fatanin av arbeiðsumstøðunum hjá Arbeiðseftirlitinum er, at tey ikki í nóg stóran mun hava orku til at røkja allar uppgávur við núverandi normering. Hetta er ikki ein kritikkur av tí arbeiði, sum verður gjørt, men heldur ein staðfesting av, at hetta er eitt komplekst og umfatandi arbeiðsøki. Alt ov ofta síggja vit fyribilsgóðkenningar, og tað tekur tíð at fáa tær endaligu góðkenningarnar upp á pláss. Samstundis er tað er langt ímillum skeiðini fyri trygdarumboð og leiðslur. Soppavøkstur hoyra vit ofta um á arbeiðsplássum, og er tað neyðugt, at tílíkar staðfestingar verða tiknar í størsta álvara. Hetta er bæði tíðarkrevjandi og torført at hava við at gera.
Hvussu hevur landsstýrismaðurin hugsað sær, at alt hetta blívur betri við færri starvsfólkum? Hvør tekur nú ábyrgdina av trygdini á okkara arbeiðsplássum? Út frá hesum má spurnartekin setast við avgerðina hjá Føroya Løgtingi og ætlan landsstýrismansins um at niðurraðfesta arbeiðseftirlitið!