Sólvit Simonsen
?????????????
Nú eru nógva staðni í Føroyum tikin skilagóð stig, í einigheit, at leggja kommunur saman og soleiðis taka tøk í felag um stórmál, sum smáar kommunur ikki eru førar fyri at lyfta.
Hvussu er við kommununum í Sandoynni? Nú er eitt heilt skeið runnið og ikki eitt kis um nakað sum helst. Vit skulu bert liggja við somu trøllaleiðum, sum hava verið. Tað var soleiðis, tá ið kúgvin var í kjallaranum, vit bardust um jørð og haga og ansaðu væl eftir at tín kúgv ikki skuldi koma inn á mín jarðarteig. Soleiðis var tað, og tað er ikki so galið, um tað bara kann forseta nøkulunda soleiðis, verður helst hugsað.
Vit eru 1500 fólk tilsaman, ið búgva í Sandoynni. Ein lítil bygdarkommuna. Endamálið, hevði eg hugsað mær, skuldi verið tað, at vit øll skulu hava tað gott. Er ongin av kommunuformonnunum so mikið at sær komin, at hann kundi t.d. kallað til ein fund og vita hvat fólkið hevur at siga. Eitt er ungdómurin í oynni ? einasta, vit hava at bjóða teimum um veturin, er ein øl og ein spruttfløska. Tað máttu tit verið so frægir í felagsskapi at kunna farið undir arbeiðið við ítróttarhøllini. Tað standa jú seks milliónir í stuðli klárar til brúks. Tað er bæði synd og skomm, at vit skulu vera slíkir eftirbátar. Og kunnu tit ikki fáa hetta frá hondini, so havi eg eini ráð til tykkum: Vælsignaðir, latið vera við at stilla upp aftur til valið í heyst, og latið frískar kreftir koma framat, tí tað sær út fyri mær sum summi av tykkum hugsa sum Nólsoyar Páll segði so skilagott í Fuglakvæðinum: Vertin á hvat annar fær. Eg skal nøra at mær.
Og løgtingsmenninir báðir, tykkara uppgáva er at arbeiða fyri alla oynna. Tað er jú tað, tit eru valdir til. So takið hendurnar saman og leggi til brots, fólkinum í oynni til heiðurs. Arbeiða tit saman, so er óætlað hvat tit kunnu draga til oynna.