Er okkurt galið við Edmundi, Annfinni – ella løgmannni?

Hóast tað er eitt rárst hendilsi, at løg­maður skrivar les­ar­a­brøv, so er hann virk­in – summi halda í so virk­in – á Facebook.

Hann er týðuliga firtin um, at Sos­i­alur­in í odd­a­grein­um hev­ur funn­ist at hon­um og víst á yms­ar skeiv­leik­ar í førda politikkinum hjá lands­stýr­i­num í mun til tað, sum Sam­bands­flokk­ur­in lov­aði und­an val­i­num. Hann royn­ir á Fac­e­book at gera tað til, at okkurt er gal­ið við blað­stjór­a­num – at »fleiri fólk hava spurt hann, eis­ini blað­fólk á Sosialinum...«
Harumframt kennir løg­mað­ur seg eisini úthongdan og nið­ur­gjørdan.
– Nú kann løgmaður føla tað, hann vil. Men er okkurt gal­ið við blað­stjór­a­num á Sos­i­al­i­num, tá hann finst at lø­g­manni, so er kanska eisini okk­urt gal­ið við Edmundi Joensen, fólk­a­ting­s­manni, og Annfinni Brekk­stein, bý­ráðs­limi í Havn, tí teir føra fram júst tað sama.
Vit kunnu taka nøk­ur dømi úr kri­­tikk­i­num hjá Ed­mundi Jo­­e­n­sen móti løg­manni og Sam­­bands­flokk­i­num:
- Tann sosial-liberala stenan er kám­að burtur
- Flokkurin eltir víð­gongda høgra-lib­e­r­al­ist­iska rás
- Sjónligur munur er tí, sum flokk­­ur­in segði áðrenn valið og tí, sum flokkurin hevur gjørt eft­­ir valið
- At skatta pensjónir við inn­gjaldi er inntriv í persónliga frælsi
- Sambandsflokkurin átti at spola aft­ur til gomlu skipanina við pen­­sjóns­­skatting
- Skattapolitikkurin hjá sam­gong­­uni gong­ur í­móti sos­i­al-li­be­r­a­lu stevnu Sam­bands­floks­ins
- Tilfeingisgjald er ein sjálv­fylgja – sum eigur at vera eitt kab­­i­­nett­mál fyri Sam­bands­flokk­­in
- Passar ikki at »veljarin valdi borg­­a­r­­ligt«, tað er ein sann­leiki við mod­i­fika­tiónum
Og Ann­finn Brekk­stein sig­ur m. a.:
- Fólkaflokkurin stýr­ir eins­a­mall­ur fisk­­i­­vinnu og fíggj­ar­mál­um
- Fólka­flokk­ur­in trum­f­aði flat­­­skatt­in í­gjøgn­um
- Fólkaflokkurin fekk Sam­bands­­flokk­in at skatta pen­sjón­ir við inngjaldi
- Samgongan ger enda á fiski­vinn­­­u­poli­tikki­num, sum Sam­bands­­flokk­urin gjørdi fyri val­ið
- Samgongan vil forera til­feingi til nøkur fá
- Fólkaflokkurin roynir lumpa og lirka við rull­andi loyv­u­num
- Fólkaflokkurin vil taka ogn­ar­rætt­in til fisk­i­rík­i­dømi frá Før­oya Fólki
- Sambandsflokkurin fær ein trú­­virð­­is­trup­ul­leika at drag­ast við í nógv ár, sum hann ikki broytir kós.
Niðurstøðan hjá Annfinni Brekk­­stein er, at tað verður til ó­­bót­a­ligan skaða, og bartút sagt ein pol­itisk van­lukka, um Sam­bands­flokk­urin bara í minsta mun verð­ur i­dent­i­fi­ser­að­u­r við henda hugsjónarleysa, ant­i­lib­er­ala politikkin hjá Fólk­a­flokk­i­num.
Løgmaður hevur fyrr sagt, at tað verð­ur ikki góðtikið, at part­a­menn hansara »ikki ganga í takt«. Spurn­ing­ur­in er so, hvat løg­mað­ur ger við fólk­a­tings­mann­in og bý­ráðs­lim­in. Kanska okkurt er galið við teim­um? Ella er tað so livandi gal­ið, at at okk­urt er bagir løg­manni sjálvum?