Eftir fólkatingsvalið í november 2001, skipaði fólkatingsumboðið hjá Tjóðveldisflokkinum, saman við grønlendsku fólkatingsmonnunum ein tingbólk, sum verður kallaður Norðuratlantsbólkurin. Hesin bólkur hevur sambært skipanini fyri tingbólkar á fólkatingi rætt til at fáa eina grundupphædd á kr. 59.502 um mánaðin fyri hvønn tinglim, umframt eina sokallaða »mandatupphædd« sum er kr. 37.263 um mánaðin pr. tinglim. Hesar inntøkur koma afturat sjálvari lønini hjá fólkatingsmonnunum.
Alt í alt merkir hetta, at Norðuratlantsbólkurin fær góðar 290.000 krónur um mánaðin ella slakar 3,5 mió. krónur um árið frá Fólkatinginum til at gjalda lønir til skrivstovufólk, halda ráðstevnur fyri o.s.fr., umframt sjálva lønina hjá tingmonnunum. Hevði tað eydnast Norðuratlantsbólkinum at fingið fólkatingslimin hjá Sambandsflokkinum uppí bólkin (sum teir royndu dúgliga eftir valið), so hevði Norðuratlantsbólkurin fingið eina samlaða upphædd á kr. 387.060 um mánaðan, ella 4,64 mió. krónur um árið umframt lønina hjá tinglimunum.
Hin 21. januar 2002 skrivaði Dimmalætting, at limirnir í Norðuratlantsbólkinum vóru farnir at ótolnast, tí hóast tveir mánaðir vóru gingnir síðani fólkatingsvalið, so vóru skrivstovuviðurskiftini framvegis ikki komin uppá pláss, og tí var tolið farið at ganga undan. Formansskapurin í Fólkatinginum hevði í hesum sambandi fingið eitt bræv frá Norðuratlantsbólkinum, har biðið varð um, at hølistrupulleikin varð loystur sum skjótast, tí, sum blaðið skrivar:
»Norðuratlantsbólkurin hevur í fyrsta umfari fingið bjóðaðar fimm skrivstovur, ið liggja saman á Christiansborg, men hetta er ov lítið til tey sjey-átta fólkini, ið eftir ætlan skulu arbeiða hjá bólkinum. Vit hava í tveir mánaðir víst eskimoiskt tolsemi, men nú er nóg mikið. Fyribils skrivstovurnar eru ov fáar og smáar,« segði Norðuratlantsbólkurin.
Norðuratlantsbólkurin, sum arbeiðir fyri føroyskum og grønlendskum fullveldi, vil sostatt ikki ganga á odda, tá talan er um at frásiga sær stuðul og rættindini, sum teir eiga í ríkisfelagsskapinum, og einki er sum bendir á, at bólkurin í hesum førinum hugsar so nógv um tær 40 vaskikonurnar á Vesterbro, hvørs skattakrónur, allar sum ein, fara til at fíggja skrivaralønir og ráðstevnur hjá Norðuratlantsbólkinum á Christiansborg.