Føroyski fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard, vil fegin hava danska heilsumálaráðharran, Carsten Koch, at svara nøkrum ítøkiligum spurningum viðvíkjandi støðuni hjá føroyskum krabbameinssjúklingum, ið noyðast til Danmarkar í víðari viðgerð.
Hann vil hava at vita, hvussu leingi fólk bíða eftir stráluviðgerð eftir at verða skurðviðgjørd fyri krabbamein, og hvørjar avleiðingar tað hevur fyri sjúklingarnar at verða noyddir at bíða leingi eftir eftirviðgerð.
Víðari vil føroyski fólkatingsmaðurin hava at vita, um heilsumálaráðharrin hevur ætlanir um at stytta bíðitíðina til stráluviðgerð eftir krabbameinsskurðviðgerðir.
Hesir spurningar koma í kjalarvørrinum av nógvu umrøðuni, sum stóri deyðstíttleikin orsakað av krabbameini, hevur fingið í fjølmiðlunum í Danmark og Føroyum seinastu tíðina. Fyri góðum mánaði síðani skipaði Føroya Felag Móti Krabbameini fyri ráðstevnu í Havn, har millum annað hetta evnið varð umrøtt. Á ráðstevnuni upplýsti Jan Dalberg, lækni og granskari í krabbameini, at tað er bíðitíðin eftir stráluviðgerð sum er stóri trupulleikin. Fólk eiga ikki at bíða longri enn tvær vikur eftir stráluviðgerð, men í dag er veruleikin tann, at fólk vanliga bíða tveir mánaðir. Tískil var hansara niðurstøða tann, at danska sjúkrahúsverkið klárar ikki at bjóða krabbameinssjúklingum nóg góða tænastu, og tí er deyðstíttleikin av krabbameini so stórur í Danmark.
Skjótari hjálp til krabbameinssjúklingar
Síðst í farna mánaði handaði ein serfrøðinganevnd undir danska heilsumálaráðnum danska heilsumálaráðharranum eitt álit og tilmæli um, hvat eigur at verða gjørt á hesum øki næstu árini. Hesin spurningurin hevur stóran áhuga í Føroyum, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerkingunum til spurningarnar til heilsumálaráðharran, tí føroyskir krabbameinssjúklingar gera stórt sæð bert brúk av teimum tilboðum, sum eru í danska heilsuverkinum.
Serfrøðinganevndin mælir til, at meiri enn 600 milliónir krónur verða brúktar til stríðið ímóti krabbameini komandi fimm árini. Í Danmark eru seks krabbameinsdeplar, og verður tilmælið fylgt, kunnu hesir veita 72.000 fleiri stráluviðgerðir um árið, ella við øðrum orðum kunnu 2600 fleiri sjúklingar fáa stráluviðgerð enn í dag. Tað verða serliga kvinnur við krabbameini í bróstunum og sjúklingar við ávísum slagi av lungnakrabba, sum fáa gagn av hesi íløguni.
Íløgan, sum mælt verður til, kemur at kosta skattgjaldarunum góða hálva milliard krónur. Bert íløgur í 14 nýggj tól kosta 392 milliónir krónur. Harumframt skulu allar tær verandi 23 strálukanónirnar endurnýggjast, og tað kostar 227 milliónir krónur. Umframt hesar 619 milliónirnar bara til útgerð, kemur raksturin. Mett verður, at hann kostar 83 milliónir krónur um árið, tá ið allar kanónirnar eru í nýtslu.
Serfrøðingarnir vísa á, at tað ber til at gagnnýta tær verandi maskinurnar betur. Um tær verða brúktar longur um dagin í mun til í dag, verður tørvurin á nýggjum tólum minni. Hinvegin økjast rakstrarútreiðslurnar í flutningi av sjúklingum um kvøldið og somuleiðis løn til starvsfólk.
Serfrøðinganevndin mælir somuleiðis Carsten Koch til at brynja krabbameinsdeplarnar hvør sær betur út, og ikki gera íløgur í nýggjar. Grundgevingin fyri ikki at gera fleiri deplar er, at tað er stórur tørvur á kønum starvsfólki, sum dugir at handfara maskinurnar. Nevndin mælir eisini til at útbúgva fleiri krabbameinslæknar, serútbúnar sjúkrasystrar, radiografar, strálualisfrøðingar og teknikkarar. Komandi árini verður tørvur á umleið 40-50 nýggjum krabbameinslæknum umframt teir, sum eru undir útbúgving í løtuni.
Við øðrum orðum mæla serfrøðingar danska heilsumálaráðharranum til bøta munandi um eftirviðgerðina av krabbameini. Um Carsten Kock fer at taka hetta til eftirtektar, fáa vit kanska at vita, tá ið hann hevur svarað spurningunum frá Jóannes Eidesgaard.