Ein 25 ára gamal maður, sum í einar tveir mánaðir hevur verið undir illgruna fyri at hava dripið íslendsku kvinnu, Birnu Brjánsdóttir, er nú ákærdur í málinum.
Tað váttar ákæruvaldið í Íslandi fyri íslendska kringvarpinum.
Birna Brjánsdóttir hvarv mitt í januar og eftir at hava leitað eftir henni í eina viku, varð líkið av henni funnið í mølini við Selvogsvita.
Tveir av manningini á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, vórðu handtiknir, men men annar varð skjótt leyslatin aftur og er ikki longur undir illgruna.
Men síðani hevur hin maðurin sitið í varðhaldi, har hann hevur verið skuldsettur fyri morð og nú er tað so greitt, at hann verður ákærdur fyri morðið.
Maðurin hevur alla tíðina noktað seg sekan og tað ger hann framvegis, men ákæruvaldið metir, at prógvini ímóti honum eru so góð, at grundarlag er fyri at ákæra hann.