Durita Brattaberg, mentunarhúsleiðari á Hamar í No
-----
Tað er í besta fall áhugavert at fylgja við, hvat hendir i málinum um festið í Fámará. Í ringasta fall er tadð grátuligt. Eg havi bæði nærleika og fjarleika til málið:
• Nærleika, tí bæði omma, abbi og foreldrini hjá mær hava verið festarar,
• Nærleika, tá eg havi slitið upp fleiri støddir av bæði gummistilum og arbeiðsklæðum i Fámará í umleið 25 ár.
• Fjarleika, tá eg eri útiseti og kann tískil velja at sleppa undan at taka støðu til tað, sum verður skrivað og sagt um málið.
Tann, sum nú heldur, at eg her skal taka støðu til, hvør best er egnaður keypari av festinum í Fámará fer skeivur. Beint nú kennist tað nógv meira umráðandi at gera viðmerkingar til, hvussu fjølmiðlar og sosialar mediur beint nú fungera í Føroyum.
Tað er undir alt lágmark. Eg øtist. Eg øtist og eg vamlist.
Og tankin um, at tað helst er gerandisdagurin hja nógvum, at tey verða úthongd alment, kann ikki annað enn gera, at tað rennur kalt niður eftir rygginum. Akkurat nú – í hesum døgum, er talan um mál sum eg kenni til, meðan eina aðraferð er tað helst onkur annar, sum stendur fyri skotum.
Har eg eri uppvaksin og í mínum dagliga yrki er vanligur fólkaskikkur galdandi. Virðingin fyri hvør øðrum er eisini grundleggjandi. Umframt hetta, er toleransan fyri at øll fólk eru ymisk, rættiliga stór og at tað er loyvt at hava ymiskar meiningar er rættiliga gerandis. Tað merkir samstundis, at tað ber til at diskutera uttan at verða óhøviskur.
Tað, sum í løtuni fer fram á facebookviðmerkingum á portal.fo er óvirðiligt. Óvirðiligt, mest fyri tann sum skrivað verður um, men eisini óvirðiligt fyri tann, sum skrivar ósensurerað um slatur og sleyg, sum lítið ella onki hald er í. Undarligt at staðfesta, at tit, sum viðmerkja á portal.fo, ikki hugsa um, at tit seta fullt navn undir eitt so negativt og óvirðiligt orðaskifti. Óvirðiligt, tí úrslitið er meiri slatur og sleyg, (ein ringrás, sum eg ikki skilji, at tit vilja indentifiserast við), negativt, tí tit byggja onki upp, tit bara bróta niður. Tað er áhugavert at síggja myndir av tykkum til vinstru fyri tekstin, tit skriva, og tað er hugstoytt at hugsa um, at tit eru foreldur, ommur og abbar, sum leggja so ringt í beinið á teimum, tit eru avvarðandi at. Hvat fyri samfelag er tað tit vænta at fáa burturúr? Eisini er tad áhugavert at portal.fo hevur ein ábyrgdarredaktør, hvørja ábyrgd hevur hann?
Tað er undarligt at vera áskoðari og síggja, at ongin tekur til mótmælis. Hvør orsøkin er, eri eg í iva um, men tey sum velja at fyrihalda seg still, kunnu helst hugsa um tað eina løtu. Ímeðan, kann eg hugsa um ta mongd av fólki, sum hava sitið væl rundan um borðini hjá ommu og abba mínum og foreldrunum i ¾ øld.
Kanska eru facebook brúkarar, sum gera viðmerkingar á portal.fo eitt egið fólkaslag, og eg øtist við tankan um, at helst er hetta fólkaslagið í vøkstri, og tey trívast helst best millum sínar líkar.
Virkisfýsni, áræði, tolni, úthaldni, styrki og ábyrgd – tað skal til hjá teimum, sum leggja rygg til at bróta upp úr nýggjum. Tey hava ein dreym um at skapa nakað nýtt og sjáldan ella ongantíð eru tað lættir vinningar, sum dríva verkið. Slík fólk eru í øllum londum, og serliga í smáum, sum í Føroyum, er brúk fyri slóðbrótarum. Oftast kemst á mál hjá slóðbrótarunum, men sjálvsagt eru dømir um, at ikki kemst á mál. Tíverri, er mín fyribils niðurstøða, at Føroyar kann vera landið, har alt ov fá ynskja hvør øðrum at eydnast, men tað er mín sann eisini landið, sum ikki letur fólk miseydnast. Hvat kemur burturúr, har tað ikki ber til at eydnast og ikki ber til at miseydnast, kundi verið eitt annað evni at varpa ljós á.
Eg skal minnast til at viðmerkja, at eg sjálv ongantíð havi havt facebook profil. Eri sostatt ikki á facebook, so vinarliga, um tú hevur viðmerking, so skriva hana ikki har.