Maika L. Samuelsen
-----
Ella rættari sagt, hava allir samgongulimirnir meldað seg í Fólkaflokkin? Hvussu ber tað til, at allir samgongulimirnir sita og hyggja at, meðan fólkaflokspolitikkur, við einum formanni sum Føroya Fólk so dyggiliga vrakaði, sleppur at ráða í Føroyum og koyra okkara land, tilfeingi og búskap út í óføri?
Eru samgongulimirnir samdir um tann politikkin, ið formaðurin í Fólkaflokkinum sum fíggjarmálaráðharri og sum landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum standa á odda fyri? Landsstýrissmenninir eru valdir av flokkunum í samgonguni og í síðsta enda settir av løgmanni, og skulu tí virka eftir tí leisti, sum samgongan hevur stungið út í korti. Er hetta veruliga tað, sum samgongan er samd um? Um so er, hava vit borgarar og veljarar rætt til at fáa hetta at vita, og um ikki, so hevur samgongan eisini skyldu til at virka hereftir – óansæð hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri samgonguna!
Hvar er løgmaður, sum saman við Sambandsflokkinum fekk eina dygga álitisváttan á løgtingsvalinum? Tann politikkur, sum verður førdur nú hevur onki samband við tey vallyftir, sum Sambandsflokkurin gav áðrenn valið, og hetta fer at hava stórar avleiðingar fyri flokkin, tí um ikki politikararnir gera nakað NÚ fyri at venda hesari kós, so er trúvirðið rokið!
Og hvar eru Jenis av Rana og Bill Justinussen frá Miðflokkinum, sum siga seg vilja verja barnafamiljurnar og tey veiku, og vilja arbeiða fyri at tað skal blíva betri at liva í Føroyum? At sita í einari samgongu, sum arbeiðir fyri, at tey ríku skulu gerast ríkari er í grovari andsøgn við hesum útsøgnum!
Lønarsamráðingarnir
Hvar var samgongan, tá ið fyrst Fakfelagssamstarvið og seinni Føroya Pedagogfelag skuldi eitast at samráðast við Fíggjarmálaráðið? Eg haldi tað er átaluvert, at ongin úr samgonguni talaði at viðferðini, sum Fíggjarmálaráðharrin førdi yvirfyri Føroya Pedagogfelag og limum tess. Har var ONGANTÍÐ talan um lønarsamráðingar – tað einasta sum bleiv bjóðað var 220 kr. um mánaðin omaná verandi løn, við teirri grundgeving, at flatskatturin er komin í gildi. Flatskatturin gevur bert fyrimun hjá nøkrum fáum prosentum av teimum 2000 limunum, og tískil geva hesar fáu krónurnar eina reallønarLÆKKAN! Hetta er í mínari verð diktatur, og hevur onki við samráðingar at gera!
Tað at ongin samgongulimur talaði at hesum, má siga okkum vanligu borgarum og veljarum so mikið, at samgongan við Løgmanni á odda tekur undir við, at tann demokratiski rætturin, sum fakfeløgini hava havt í nógv harrans ár, nú er skiftur út við diktatur. Samgongan kundu líka so gott lóggivið, at ONGIN fakfeløg fáa meira enn 220,-kr. í lønarhækkan, so høvdu teir víst sítt veruliga andlit!
Lønin hjá løgtings- og landsstýrisfólkum
Tá ið so endiliga tøgnin verður brotin, so hoyra vit samgongulimir og landsstýrisfólk úttala seg um at koyripengarnir eru eitt gott ískoyti til lønina hjá politikarunum, tí lønin er ov lág. Hvat hevur koyripengar við lønina at gera? Um lønin er ov lág, so er tað lønin sum skal viðgerast, men bensinprísurin er tann sami hjá øllum borgarunum í landinum, so hví skulu politikarar fáa 5-6 ferðir hægri endurgjald enn tann vanligi borgarin? Harafturat virkar tað smakleyst at tosa um at politikarar fáa ov lítla løn, tá man hugsar um búskapin hjá landinum í løtuni, og SERLIGA tá í landið ikki er sinnað at geva teimum lág- og miðalløntu eina reallønarhækkan. Løgtingsfólk fáa 35.000 kr. í løn, umframt viðbót, koyripengar og eitt skattafrítt ískoyti uppá 2.000kr. um mánaðin. Harumframt hava tey rætt til eitt hálvtíðarstarv við síðuna av, sum gevur teimum eina enn størri reallønarhækkan vegna flatskattin. Landsstýrisfólk fáa 45.000 kr. um mánaðin, umframt skattafrítt borðfæ uppá 20.000 um árið. Landsstýrisfólk, ið siga seg hava bústað uttanfyri Suðurstreymoy fáa harafturat upp til 164.000 kr. skattafrítt í kostnaðarendurgjaldi um árið, ella rætt til frí hús í Tórshavn. Bæði løgtings- og landsstýrisfólk hava sostatt fingið eina góða reallønarhækkan vegna flatskattin, og tí luktar hetta av pengagirnd at tosa um at politikarar fáa ov lítla løn.
Eftirlønin
Og hetta var bara lønin! So kemur eftirlønin, sum samgongan nú hevur avgjørt, at allir vanligir borgarar skulu gjalda 40% í skatti við inngjaldi, meðan løgtings- og landsstýrisfólk framvegis skulu rinda við útgjald. Hví skulu øll ikki gjalda líka nógv? Sambært útrokningum hjá Dimmalætting, so er tað aftur her tey lág- og miðalløntu, ið skulu rinda gildi. Tey, ið hava eina mánaðarløn uppá 18.000 kr. fáa eina skattahækking uppá 51.6% av pensiónini, og tey ið fáa 30.000 kr. um mánaðin eina skattahækking uppá 18,3%. Samstundis fáa løgtings- og landsstýrismenn SKATTALÆTTA av teirra pensión vegna flatskattin og av tí at tey rinda við útgjaldi. Hetta líkist svartasta ongum og er stuldur frá teimum fátøku til tey ríku!
So góði harra Løgmaður og samgongulimir: Eru tit samd við hesum førda politikkinum, so traðkið fram og sigið tað hart, so veljarin veit hvønn hann IKKI skal seta krossin við næstu ferð! Um tit ikki eru samd, so takið tykkum saman, og vendið kósini NÚ! Føroya fólk hava ikki valt hesa kósina, tað eru bert 381 veljarar sum hava sett krossin hjá einum, sum í løtuni tykist at vera einaveldisharri í samgonguni! Vónandi fara komandi dagarnir at vísa, at eg fari skeiv.