Fíggjarlógin 2010 er samtykt, hetta við so miklari fer, at trupult hevur verið at fingið innlit í hvat og hvussu skerjingarnar koma at ávirka ymisku samfelagsuppgávurnar.
Tó tykist tað, sum um útmeldingin er, at tað skal sparast innan bústovnar og sambýli fyri menniskju, ið bera brek.
Hvussu ber tað til, at spara á einum øki, ið longu er niðurpínt? Støðan á bústovnum og sambýlum fyri menniskju, ið bera brek, er longu, sum nú sera álvarslig. Manglandi raðfesting í fleiri ár hevur verið eyðkenni – og samtykkir Føroya Løgting nú at sparast skal 0,75% í 2010. Stovnarnir hava ikki meira at taka av. Andsøgnin er fullkomin. Føroya Løgting góðkendi ST-sáttmálin um rættindi teirra, ið bera brek, so seint sum í summar, men henda skerjing er ikki í trá við henda sáttmála.?Vit mugu tí staðiliga heita á avvarðandi myndugleikar um at broyta hesa avgerð. Hetta eru menniskju tað gongur útyvir, og ikki bert nøkur tøl, sum skulu snøggast til.
Tórshavn, tann 6.jan.2010, Føroya Pedagogfelag